Tað almenna trokar tað privata burtur

Hví skulu almenn feløg fara inn á marknaðir, har privat feløg longu eru í sunnari kapping, spyr Vinnuhúsið.

Tíðin er komin at fáa eitt ordiligt kjak í gongd um leiklutin hjá almennum partafeløgum í vinnuni. Tað heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

 

Tað hevur elvt til kjak, at Atlantsflog hevur ætlanir at byggja hotell á Hálsi í Havn, fíggjað av tryggingarfelagnum Lív. Tey eru mong sum halda, at tað ikki er uppgávan hjá einum almennum partafelag, sum Atlantsflog, at byggja og reka hotell í høvuðsstaðnum.

 

- Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar í sambandi við kjakið um hotellvirksemi hjá Atlantic Airways eitt meira grundleggjandi kjak um, hvørjar uppgávur mongu almennu partafeløgini og grunnarnir skulu røkja, og undir hvørjum treytum, sigur Marita Rasmussen.

 

Trupulleikin er, sigur stjórin á Vinnuhúsinum, at fortreytirnar hjá almennum og privatum vinnuligum feløgum eru ymiskir. Meðan privat feløg mugu fáa eitt avkast upp á sínar íløgur so skjótt gjørligt, kann almenni eigarin liva við, at felagið ikki gevur nakað avkast.

-  Tí er skjótt, at talan verður um ójavna kapping, og at privat missa áhugan fyri at kappast á økjum, har alment felag hevur virksemi. Økta almenna virksemið kann tí verða viðvirkandi til at troðka burtur privat virksemi, sigur Marita Rasmussen.

 

Marita Rasmussen heitir á Føroya Landsstýrið um at endurskoða almennu partafeløgini og virksemini og spyrja seg sjálvt tveir spurningar:

- Er tað framvegis neyðugt at hetta virksemið verður rikið undir almennum ognarskapi ella kann tað verða steðgað ella einskilt? Um virksemið skal vera undir framhaldandi almennum ognarskapi, hvussu skilmarka vit so tær kjarnuuppgávur, sum felagið skal røkja, so tað ikki fer í holt við virksemi á økjum, sum tað privata er betri skikkað at taka sær av?

 

- Hetta er tað grundarlagið, sum ein almennur eigarapolitikkur má hvíla á. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur longu í Vinnusjónarmiðnum frá 2011 gjørt vart við, at almennar fyritøkur, ið kunnu virka í kapping á privata marknaðinum, eiga at verða einskildar, og at avkastkrav eigur at vera til partafeløg og vinnuligar grunnar, har tað almenna hevur ein týðandi leiklut, sigur hon.