Tað almenna skal yvirtaka Skálafjarðartunnilin

Teir tríggir flokkarnir, sum nú royna at skipa samgongu, umhugsa at taka ætlanina at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, úr hondunum á tí privata og ístaðin lata eitt alment partafelag gera hann. Hendan verkætlanin kann so verða við til at fíggja Sandoyartunnilin Teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin, sum nú royna at skipa samgonu, hava umrøtt møguleikan at endavenda ætlanini at gera Skálafjarðartunnilin.

Tað hevur leigin ligið í kortunum, at eitt privat ferla skal gera tunnilin, sum verður mettur at vera ein so góð íløga, at hann fer at kasta 1,5 - 2 milliardir av sær í vinningi.

Men nú hevur ætlanin tikið eina nýggja vend, tí teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um eina CHE samgongu, hava umrøtt møguleikan at lata eitt alment partafelag gera tunnilin.

Tað upplýsti Løgmaður fyri Degi og Viku í gjárkvøldið og tað váttar hann fyri Portalinum í morgun.

Hann sigur, at ein møguileiki er at knýta Sanfoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin saman í eitt felag.

Ætlanin er so, at avkastið av Skálafjarðartunlinum kann brúkast til at fíggja aðrar samferðsluætlanir við, eitt nú Sandoyartunnilin og kanska aðrar stórar verkætlanir við.

Politikarar, sum samráðast duga ikki at síggja tað f orsvarliga í, at lata privatfólk fara av stað við eini samfersðluætlan, sum gevur stórt avkast, men at tað almenna bara skal hanga upp á undirskots-verkætlanirnar.

Summi av teimum, sum eru við í samgongusamráðingum halda enntá, at hetta er einasti møguleiki at fíggja eina stóra verkætlan, sum Sandoyartunnilin.