Tað almenna rindar ein triðing av øllum lønum

Hinvegin rinda vinnufyritøkur 58 prosent av øllum lønum í Føroyum

Í Føroyum verður meiri enn triðjahvør lønarkróna forvunnin hjá tí almenna.


Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.

Fyri fyrstu ferð hevur Hagstovan gjørt upp, hvussu stórur partur av øllum lønum í Føroyum verður forvinnin hjá tí privata og hjá tí almenna. Í hesum sambandi verður hugsað um almenna umsiting og almennar tænastur.

Hagstovan sigur, at í fjør vóru lønirnar beint yvir átta milliardir. Her er talan um A-inntøka, sum er flutt um samtíðarskattaskipanina.

Av teimum átta milliardunum rindaði tað almenna, ið er almenn fyrisiting og tænastur, 36 prosent av lønununum.

Vinnufyritøkur rindaðu størsta partin av lønargjaldingunum, ella 58 prosent av lønunum í 2015.
Restin, sum er um seks prosent, er so býtt sundur ímillum fíggjar- og tryggingarfyritøkur og húsarhald, felagsskapir, og annað.

Hagstovan sigur, at tá ið tosað verður um tað almenna í hesum føri, verður eisini hugsað um virksemið, har tað almenna eigur fyritøkuna, ella størra partin av henni.

Tað almenna hevur skipað sítt virki í almenn partafeløg, og tá hevur tað almenna ræðið á feløgunum, eitt nú eru Atlantsflog og Føroya Tele vinnulig feløg, skipað sum partafeløg men undir almennum ræði og tað sama er galdandi fyri SEV.

Tað eru eisini almennir stovnar, sum eru vinnuligir, hóast raksturin er á fíggjarlógini, eitt nú Rúsan og Apotekið.