Vinnumálaráðið ætlar sær at gera eina roynd at fáa í gongd vinnugransking í Føroyum, men politiski myndugleikin ætlar sær hvørki at stýra granskingini ella lívga ávísum vinnum.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, eftir bæði formaðurin í Búskaparráðnum og fyrrverandi formaður hava funnist at ætlanunum hjá Vinnumálaráðnum.
Vit hava sett okkum fyri at velta upp úr nýggjum, og um ikki tað almenna stendur við sína ábyrgd og fær gongd á føroyska vinnugransking, so hendir ov lítið ov seint, sigur Bjarni Djurholm.
Vit vita ikki, um okkara ætlan fer at heppnast, men vit vilja gera eina roynd at kickstarta føroyska vinnugransking, tí vit hava brúk fyri nýggjum vinnum í Føroyum, sigur hann.
Kann gerast spill av pengum
Ein arbeiðsbólkur hjá Vinnumálaráðnum hevur júst gjørt eitt tilmæli um ein føroyskan granskingardepil, sum serliga skal granska í biotøkni og biokunning. Ætlanin er at brúka 90 milliónir krónur til at byggja og seta gongd á hendan granskingardepil.
Men tað eru ikki øll, sum taka undir við hesari ætlan.
Í gjár segði formaðurin í Búskaparráðnum við Sosialin, at hann helt tað kundi gerast spill av pengum, um tað almenna fer at brúka 90 milliónir krónur til vinnugransking, sum tað almenna ikki hevur skil at standa fyri.
Tað almenna skal skipa fyri gransking í almennum viðurskiftum, sum kunnu koma okkum øllum til góðar. Hinvegin skal tað almenna ikki blanda seg upp í og als ikki royna at stýra vinnuligari gransking. Tað skal vinnan sjálv gera, tí politikarar hava ikki skil fyri tí, segði Johnny í Grótinum við Sosialin í gjár.
Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum og limur í Granskingarráðnu, Hermann Oskarsson, segði við Dag og Viku týskvøldið, at tað er ikki ein almenn uppgáva at skipa fyri vinnugransking, soleiðis sum ætlanin nú er.
Landsstýrið vil skunda undir
Landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum skal føra nýggju granskingarætlanina út í lívið saman við restini av landsstýrinum, er als ikki samdur við atfinningunum frá Johnny í Grótinum og Hermann Oskarsson.
Teir hava ikki lisið álitið í tí andanum, sum tað er skrivað. Okkara ætlan er júst at seta gongd á nakað nýtt og skapa karmar, og vit skulu ikki stýra granskingini ella lívga ávísum vinnum, sigur Bjarni Djurholm.
Vit hava hugt eftir, hvussu tey gera í øðrum londum, og har tað vanligt, at kommunur, amt ella landið taka stig til gransking og skapa karmarnar. Vit hugsa ikki bara teoretiskt, men vilja virka fyri, at nýggjar vinnur kunnu gerast veruleiki í Føroyum, sigur hann.
Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum er, at granskingardepilin eftir trý ár skal vera sjálvberandi við eksternari fígging. Tí er uppgávan hjá landinum í hesum føri bara at seta gongd á granskingina og skapa góðar karmar til onnur at virka undir.










