Vinnulív
Kjartan Kristiansen heldur, at ein stórur trupulleiki hjá føroyskum vinnulívi er, at allir politiskir flokkar tosa um at einskilja, men eingin hevur gjørt nakað veruligt við hetta.
- Tað mest týdningarmikla, sum skal henda, er, at tað almenna verður tikið burtur úr øllum vinnulívi.
Hann sigur, at tað er ógvuliga umráðandi, at virkisfúsar kreftir ? ung sum eldri, ið vilja royna seg, sleppa framat. Tað sleppa tær ikki í nóg stóran mun, tá ið tað almenna ? antin so ella so ? er uppí fyritøkum og stovnum.
- Eg hugsi ikki bara um fólk við útbúgvingum, men eisini um vanliga føroyingin, sum vil royna seg. Tað er jú eingin, sum sigur, at tað bert eru tey við útbúgvingum, sum kunnu skapa nakað.
Kjartan vísir á, at Føroya Fiskavirking er eitt felag, sum ikki er undir vanligari privatøkonomiskari stýring.
- Tað er eingin, sum setir felagnum nóg stór krøv um stýring, avlop og hvørt av sínum.
Hann sigur, at tað almenna liggur sum ein dýna omaná feløgum og stovnum kring um landið.
Kjartan nevnir Elektron, sum ikki kann roknast fyri at vera ein vinnulig fyritøka, tá ið hon ikki skal hava yvirskot.
- Felagið er ikki vinnuligt í tann mun, tað átti at verið, tá ið bankar, sparikassar, tryggingin og tað almenna eiga Elektron, sum liggur omaná einum hópi av uppgávum, sum eingin sleppur framat ? ei heldur at kappast um, sigur hann.
Úr rúgvuni nevnir Kjartan eisini Føroya Tele, sum nú er partafelag.
- Men er felagið privat fyri tann skuld, at tað roynir at tjena pengar, spyr hann og vísir á, at Føroya Tele er undir stýring.
- Allan vegin ígjøgnum hava vit feløg og stovnar, sum tað almenna antin beinleiðis ella gjøgnum grunnar og annað eigur lut í, sigur stjórin á Menningarstovuni, Kjartan Kristiansen, í stuttari viðmerking.