Tað almenna kundi lært av tí privata

- Tað er synd at siga, at tey, sum bera brek, hava verið fyri framstigum í ár. Vit høvdu roknað við, at hesin samfelagsbólkur fór at fáa innivist, nú sáttmálar vórðu gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur Ráðið fyri brekað. Ráðið heldur, at tað er sera umráðandi, at tey fólk, sum gerast sjúk, meðan tey eru á arbeiðsmarknaðinum, varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tey hava ikki brúk fyri steini omaná byrðu.

- Okkum tørvar betri og greiðari mannagongdir á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu tora nógv betri at tosa um sambandið millum brek og sjúku og arbeiðsmarknað. Tørvur er eisini á handikapráðgevum, sum skulu fáa tey, sum bera brek, út á arbeiðsmarknaðin. Allir okkara borgarar skulu hava virðiliga viðferð og góða lívsgóðsku, sigur Ráðið fyri brekað.

Øll klára ikki at lyfta tað sama, men øll kunnu lyfta i felag. Ráðið fyri brekað mælir til, at eitt av fyrstu stigunum í 2011 verður at seta lógina í gildi, sum skal banna, at mismunur verður gjørdur vegna brek í samband við starv og starvsetan

Ráðið vónar somuleiðis, at tey, sum eru sjúk ella bera brek, fáa innivist í sáttmálunum, sum fara at verða gjørdir millum tað almenna og ymsu yrkisfeløgini. Privati arbeiðsmarknaðurin gjørdi fyri fleiri árum síðan eitt protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin - hesum átti tað almenna at gjørt eftir.