Tað almenna kann vera kappingaravlagandi

- Inntøkurnar hjá tí almenna eru skattafíggjaðar. Tí er tað kappingaravlagandi, um tað almenna gongur á odda at hækka lønirnar, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kappingaravlaging

Í nýggja bóklinginum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið út, verður nomið við tað almenna sum arbeiðsgevara.
- Vit halda, at tað almenna skal lata privatu vinnuna ganga á odda, tá ið løn og sømdir skulu avtalast við arbeiðstakararnar. Hetta er neyðugt, um vinnan skal klára seg.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at um tað almenna gongur á odda, er skjótt, at lønir og sømdir verða størri, enn tað privata kann bera, tí tað almenna hevur ikki somu atlit at taka.

Avlaging
- Inntøkurnar hjá tí almenna eru skattafíggjaðar, og tí er tað kappingaravlagandi, um tað almenna gongur á odda at hækka lønirnar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum annars heldur, at tað almenna - eins og vinnan annars - allatíðina eigur at tillaga seg virkseminum í landinum og effektivisera seg.