Tað almenna fær ræðið á Smyril Line

- Talan er ikki um eina bjarging av einum privatum partafelag, men heldur ein lutvís umskipan av felagnum. Vit hava tryggjað okkum, at almennu Føroyar eiga meirilutan í nevndini og nevndarformannin, sigur John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins

- Søgan endurtekur seg. Tað privata sær seg ikki ført fyri at tryggja sjóvegis lívæðr okkara út í heim. Verður hendan lívæðr kvett, fær tað ógvusligar avleiðingar fyri bæði út- og innflutningin, eins og fyri ferðavinnuna. Tí sær Javnaðarflokkurin ongan annan møguleika, enn at tað almenna tekur um endan, sigur John Johannessen.

Hann vísir á, at talan er ikki um eina bjarging av einum privatum partafelag, men heldur ein lutvís umskipan av felagnum, har tað almenna saman við Framtaksgrunninum verður høvuðspartaeigari.

- Vit hava tryggjað okkum, at almennu Føroyar eiga meirilutan í nevndini og nevndarformannin, sigur hann.

Javnaðarflokkurin er av teirri fatan, at hetta er eitt neyðugt stig, har tað almenna er við at tryggja infrastrukturin, so Føroyar ikki liggja sum ein avbyrgdur oyggjabólkur í Norðuratlanshavi.

Politiski formaður Javnaðarfloksins sigur, at vit enn einaferð mugu ásanna, sum vit so mangan áður hava gjørt, at har tað privata ikki røkkur, má tað almenna traðka til, tá talan er um grundleggjandi funktiónir í samfelagnum, sum sambandið út í heim í veruleikanum.

Løgtingið fer í kvøld at viðgera bjargingarætlanina hjá landsstýrinum.