Ein uppgerð hjá Danske Bank vísir, at danska stjórnin hevur ikki megnað at steðga teimum almennu útreiðslunum, sum stjórnin annars setti sær fyri. Uppgerðin vísir, at tann almenna nýtslan er vaksin 11 milliardir krónur meiri, enn tann sokallaða 2010- ætlanin hjá stjórnini sigur.
Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, sigur við Berlingarin, at stjórnin hevur tamarhald á sínum útreiðslum, men at tað eru kommunurnar, sum brúka meiri enn ætlað. Tað kemst av, at kommunurnar hava fingið størri sjálvræði, og tí er tað truplari hjá stjórnini at avmarka tær kommunalu útreiðslurnar, sigur hann.
Skattamálaráðharrin, Kristian Jensen, leggur eisini ábyrgdina á kommunurnar og sigur, at tær øktu kommunalu útreiðslurnar hava gjørt, at skattasteðgurin hjá stjórnini hevur ikki virkað eftir ætlan