Rættiligt rok hevur staðist av, at landið hevur sett meiri partapening í Smyril Line. Andstøðan á tingi og ymsir áhugabólkar hava verið frammi við sterkum atfinningum í hesum sambandi. Tað er eitt sindur óskilligt, at eingin av teimum, sum eru ímóti almennari luttøku í Smyril Line, hyggur eitt sindur aftur um bak at tí, sum søguliga er hent í málinum.
Føroysk millumlandasigling við bilferju byrjaði, tá Strandferðslan í 1975 keypti Smyril til endamálið. Í 1983 byrjaði so Smyril Line hesa sigling við m.ø. Føroya Landstýri sum 20% partaeigara. Tungt gekst at byrja við m.a. vegna Korsør Kiel vetrarsiglingina, sum miseydnaðist, og Smyril Line fekk í 1984 eitt landskassaveðhald, sum bjargaði felagnum frá húsagangi. Hetta veðhald varð seinni strikað, tí lánið varð afturgoldið, og Smyril Line hevði góð ár til nýggja ferjan kom í 2003. Smyril Line var eitt av fáu feløgunum, sum loysti landskassan frá sínum skyldum.
Landið hevur sostatt altíð í størri ella minni mát verið partur av føroyskari uttanlandssigling. Byrjað varð við 100% og er so nú aftur á 59%. Í loftvegis flutninginum er sama myndin, har landið eigur 66% av Atlantic Airways. Vert er at hava í huga hjá teimum, sum ikki hava sett seg inn í nýggjari flutningsøguna í Føroyum, at landið eisini í síni tíð var partaeigari í Skipafelagnum Føroyar. Tað er tí torført at síggja, at almennur ognarpartur í Smyril Line skal vera ein so stórur trupulleiki. Tað er ikki ókent aðrastaðni, at tað almenna eigur og rekur ferðasamband millum lond. Mong eru statsflogfeløgini kring heimin fyri at taka eitt dømi. Í Danmark hevur tað almenna í mong ár rikið ferjusigling millum Danmark og Svøríki og Danmark og Týskland
At Føroyar skulu missa trúvirði sum íløguland av tí, sum hent er við Smyril Line, tykist í so nógv gjørt júst í hesum døgum, har hópin av tryggingarfeløgum, kredittfekøgum og bankum kring allan heim verða nationaliserað ella bjargað. Eisini kunnu vit hyggja at USA, har amerikanska tjóðin umhugsar at stuðla bilídnaðinum við stórum upphæddum fyri at varðveita henda ídnað og tey arbeiðspláss hann gevur. Hetta er m.a. eitt av hjartamálunum hjá Barack Obama, sum er høgt í metum her hjá okkum.
Nú hevur Smyril Line so fingið eitt skotbrá og eitt nýtt høvi at vísa sítt lívføri. Tað er neyvan nakar føroyingur, sum ikki ynskir tað besta fyri fyritøkuna. Farleiðin hevur stóran búskaparligan og trivnaðarligan týdning og hartil er talan um eini tvey hundrað arbeiðspláss. Vit halda tí framvegis, at meira talaði fyri at bjarga Smyril Line, enn ímóti og harvið at lata fyritøkuna fara í søguna. Hinvegin skal Smyril Line neyvan rokna við fleiri almennum hjálpartiltøkum. Nú má tískil røkka ella støkka, og fyritøkan eigur tí eisini at líta at sær sjálvari og seta nakrar neyðugar spurningar, eitt nú hvørt nýggja Norrøna veruliga er hóskandi skip til siglingina í Norðurhøvum á vetrardegi.