Tá barnið fyllir 18 ár, hvørva øll barnaískoytir og frádráttir. Men heima er alt tað sama: hitin, maturin, ljósið – og barnið, sum enn hevur tørv á foreldrum sínum. Skal tað veruliga kosta hús og heim, at eitt barn verður myndugt?
Tað er eitt paradoks, sum nógv foreldur kenna: gleðin og stoltleikin um, at barnið verður vaksið, blandar seg við ein óljóðan ótta.
Tí samstundis sum føðingardagsljósini verða tendrað, sløkkir skipanin sín egna stuðul.
Eitt tal, 18, verður markið, har alt broytist á pappírinum, men lítið ella einki í veruleikanum. Heimið er tað sama, barnið er tað sama, men inntøkan minkar við fleiri túsund krónum yvir nátt.
Og ein spyr seg: hvussu kann eitt føðingardagstal hava so stórar avleiðingar fyri eitt heilt húsarhald?
Tá tølini taka yvir
Tá eitt barn fyllir 18 ár, sigur skipanin, at tað nú er sjálvstøðugt.
Men fyri stakar uppihaldarar á fyritíðarpensjón merkir tað nakað heilt annað: eitt brádligt og hart slag á inntøkuna.
Tá fellur burtur t.d. familjuískoyti, serligt barnaískoyti, barnapengar og frádráttir, og minkar inntøkan við uml. 7.000 krónum um mánaðin.
Men útreiðslurnar til mat, hita, ljós, klæði og dagligar gerðir, ja tær eru framvegis tær somu.
Hetta er eitt sosialt fall, sum hvørki byggir á skynsemi ella rættvísi.
Tað kann ikki verða meiningin, at eitt barn, sum gongur í skúla og býr heima, men fyllir 18, skal føra til, at foreldrini missa møguleikan at klára sínar dagligu rokningar.
Ein fiktión av sjálvstøðu
Vit tosa um “sjálvstøðu” við 18 ár, men tað er í veruleikanum ein administrativ fiktión. Flestu ung ganga framvegis í miðnámsskúla ella eru í læru, og tey hava hvørki fíggjarliga orku ella møguleika at arbeiða fulla tíð.
Tey eru framvegis bundin av foreldrum sínum, eisini tá stuðulin hvørvur.
Tað rakar serliga fyritíðarpensjónistar og láginntøkufamiljur, sum longu hava eitt hart kroyst fíggjarligt grundarlag.
Tá 7.000 krónur hvørva úr einari lágmark fíggjarætlan, er tað ikki bara eitt tal á pappírinum, tað er eitt val millum mat og hita, millum tryggleika og skuld.
Og ja, tað finnast familjur, sum veruliga óttast fyri at missa hús og heim, tí inntøkan fellur so drastiskt, tá barnið fyllir 18.
Hetta kann ikki verða meiningin í einum vælferðarsamfelagi.
Føroyar á veg móti “the haves and the have-nots”
Vit síggja her eina gongd, sum líkist teimum amerikansku tilstandunum, har samfelagið verður skilt í “the haves and the have-nots.”
Tá stuðulsskipanir hvørva, meðan ábyrgdin er tann sama, detta tey veikastu niður ímillum. Tey, sum hava ráð, geva børnunum møguleikar og tryggleika.
Tey, sum ikki hava, mugu velja útbúgving hjá børnunum frá og harvið menning og framtíð.
Hetta er ikki bara ein familjusøga. Tað er ein samfelagslig gongd, sum skapar ójavnvág í næsta ættarliðið.
Vit eiga at læra av amerikanska døminum, har fíggjarligur ójavni ger útbúgving og frælsi til eitt luksusgóðs, og har sjálvstøða verður eitt privilegium, ikki ein rættur.
Eitt føroyskt fangilsi av dýrum bústaðarmarknaði
Hetta verður bara verri av, at føroyski bústaðarmarknaðurin er snævur og kostnaðarmikil. Eitt 18 ára gamalt barn flytir ikki heimanfrá, ikki av óvilja, men av reinum fíggjarligum orsøkum. Leigan eru ov høg, og smærri, bíligar íbúðir finnast næstan ikki, uttan so at tosan er um lestraríbúðir, og tær eru eisini kostnaðarmiklar fyri lesandi.
Hetta merkir, at foreldrini mugu framvegis rinda fyri bústað fyri barnið, mat og dagligan rakstur – men nú við munandi lægri inntøku. Skipanin tekur ikki hædd fyri hesum. Hon tekur bert hædd fyri einum aldri. Men tað er ikki aldurin, sum avger fíggjarliga veruleikan, tað er støðan í lívinum.
Eitt samfelag, sum má endurskoða seg sjálvt
Spurningurin er tí beint soleiðis:
Hvussu skulu vit liva við 7.000 krónum minni um mánaðin, meðan ábyrgdin er tann sama?
Eitt samfelag, sum sigur seg byggja á javnbjóðis møguleikar, má tryggja, at reglur og veruleiki samsvara.
Skipanin má endurskoðast, so hon tekur hædd fyri, at barnið ikki verður fíggjarliga sjálvstøðugt við einum pennastroki.
Eitt stig kundi verið at fasera út barnaískoytini yvir eitt tíðarskeið – t.d. fram til barnið er 21 ár og enn er undir útbúgving. Eitt annað er at seta á stovn eitt ungdómsískoyti ella støðufastan stuðul til stakar uppihaldarar, meðan børnini eru í skúla ella læru.
Kommunurnar eiga eisini at fáa fleksibla heimild at hjálpa húsarhaldum, sum annars kunnu detta niður í ótryggleika.
Eitt kall til handling
Vit kunnu ikki tosa um rættvísi og javnbjóðis møguleikar, samstundis sum vit seta ein heilan bólk av foreldrum í fíggjarligan vanda, tá børn teirra fylla 18.
Eg heiti á Almannamálaráðið, Løgtingið og kommunurnar um at endurskoða skipanina. Vit mugu hava eina skipan, sum speglar veruleikan:
– at barnið ikki gerst sjálvstøðugt við einum pennastroki,
– at ábyrgdin hjá foreldrinum heldur fram,
– og at stuðulin má fylgja veruleikanum, ikki bara pappírinum.
Tað kann ikki verða meiningin, at fyritíðarpensjónistar skulu stúra fyri at missa hús og heim, bara tí barn teirra fyllir 18.
Tað er lætt at tosa um javnbjóðis møguleikar, men tað krevur meira at skapa teir. Børnini hjá okkum hava framvegis tørv á okkum – eisini tá tey fylla 18.
Og vit hava tørv á eini skipan, sum gevur okkum møguleika at loysa ta ábyrgd, vit longu bera.
Eitt samfelag, sum letur slíkt henda, hevur mist sítt hjarta. Tí krevur hetta ikki bara eitt svar, men eina broyting.











