Tú vinnur við at tapa

KLÆNKING Havnafólk, vágafólk og eysturoyingar fáa nú ein møguleika at sleppa av við nøkur kilo.

Skeiðini sum byrjaðu í mai mánaði í fjør, verða hildin undir heitinum VTA - Vekt Taps Avbjóðingin - og hava fleiri føroyingar longu fingið eitt lættari lív og ein betri lívsstíl.

Tað serliga við hesum skeiðum er, at ein fær undirvísing í røttum kosthaldi og lívsstíli. Samstundis kappast ein við hini um, hvør lætnar mest og minkar mest í ummáli.

Higartil eru hildin seks slík skeið, ið hvørt varir í 10 vikur. Er áhugi fyri tí, verða tey hildin í Havn, Vágum og í Eysturoynni.

Undirvísarar eru Kirsten Jacobsen, Durita Jacobsen og Lív Clementsen. 



VTA byrjaði í USA fyri fimm árum síðani úr SV-røðini "The Biggest Looser". Síðani hevur hugskotið spjatt seg kring allan heimin.