Fyri Hans Toftegaard gjørdist mansfinalan leygardagin ikki tann stóra upplivingin, hóast hann sjálvandi var fegin um, at ÍF vann. Hann var nevniliga so óheppin at fáa ein skaða í fyrsta setti, og eftir tað gekk hann við vinstra fótliði innvavdum í bindi og ísi.
– Eg leyp upp og í tí eg setti av, fór fótliðurin av lagi, so har var einki meira hjá mær at gera í hasum dystinum. Eg veit ikki, um hetta kanska er eitt tekin uppá, at nú er tíð at gevast. Tú sást sjálvur, at tað er ivasamt, um teir fara at sakna meg, um eg gevist nú, sigur Hans við einum skálkabrosi – sipandi til, at ÍF megnaði at vinna dystin, hóast hann bert spældi eitt hálvt sett.
Hans Toftegaard var kortini væl nøgdur við tað, hann kundi sita og eygleiða frá síðulinjuni:
– Eg haldi, at vit høvdu fleiri streingir at spæla uppá, og eg veit ikki, um tað nakrantíð fyrr hevur verið so breitt hjá okkum, sum nú, tí vit hava næstan tveir spælarar til øll pláss á vøllinum. Ein munur í finaluni var nokk, at breiddin hjá okkum var betri enn hjá SÍ, sigur hann.