Tá vespan stingur

visti tú, at tú kanst leggja ein teposa á?

Um man er so óheppin at blíva stungin av eini vespu, so er eitt av teimum vísindaligu ráðunum at leggja eitthvørt heitt á húðina, har stingið er.

 

 

 

– Tað er prógvað, at verður eitthvørt, ið er á leið 50-55 °C lagt á stingið í fimm til seks minuttir, so kann hitin gera eiturið óskaðiligt. Hitin kann koma frá hitapútu, einum teposa ella líknandi, greiðir Høgni Holm, lívfrøðingur, frá.

 

 

 

Les eisini: Vespan fer ongan veg

 

 

Fyri tey allar flestu er tað vandaleyst at verða stungin av eini vespu. Tað er vanligt, at tú fært ilt og at húðin verður hovin har, sum tú verður stungin. Summi eru tó ovurviðkvøm, og tá er støðan álvarsligari.

 

Kennir man seg ússaligan ella fær vaml, eftir at verða stungin av vespu, er best at ringja til lækna, tí tað kann vera tekin um ovurviðkvæmi, skrivar Holger Mosbech, serlækni á Gentofte Hospital ­í danska miðlinum Lokalavisen.

 

 

 

Ovurviðkvæmi kann vera vandamikið, og tí er umráðandi at geva sær far um tey tekini, ið kroppurin gevur tær.Verður tú stungin í munnin ella í hálsin, so mást tú fara til læknan við tað sama, tí vandi er fyri, at tú hovnar so illa, at tú ikki fært luft.

 

 

Ovurviðkvæmi sæst sum oftast innan nakrar tímar, og ert tú sera ovurviðkvamur fyri vespustinginum, so sæst tað í summum førum við tað sama.Hevur tú milt ovurviðkvæmi, so verður húðin sera hovin, har tú ert stungin. Húðin verður reyð, skriðar illa og tú hevur ilt.

 

 

Er ovurviðkvæmi ógvusligari, so kanst tú fáa notusótt, sum kann spjaða seg um allan kroppin. Tað skriðar ógvuliga illa, og kroppurin kann hovna aðra staðir eisini, so sum í andlitinum.

 


Er talan um hættisligt ovurviðkvæmi, so kanst tú verða svimbul ella svíma, tí blóðtrýstið fellur. Eisini kann tú kenna tað torført at anda og fáa ilt í búkin, skrivar Holger Mosbech.

 

 

Læknin mælir til, at tú tekur broddin úr stinginum skjótast gjørligt, um hann situr eftir í húðini.  Ein eiturbløðra er á broddinum, sum heldur á fram við at pumpa eitur - eisini eftir at vespan er farin. Skriðar tað illa, og tað er illa hovið, so kant tú taka eina antihistamin tablett, sum fæst uttan læknaávísing á apotekinum.

 

Læknin sigur tó, at um tú fyrr hevur fingið notusótt av vespustingi, so er best at taka eina ella møguliga tvær antihistamin tablettir skjótast gjørligt. Hevur tú tó fingið annan heilivág frá læknanum, so skalt tú taka hann eisini.

 


Hevur tú fyrr havt hættisligt ovurviðkvæmi, so hevur læknin óivað leiðbeint teg í, hvussu tú skalt gera.  Er tað fyrstu ferð, tú hevur hættisligt ovurviðkvæmi, so tørvar tær bráðfeingis læknahjálp.