Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
----
Nú er Hanus Samró farin í kórið, sum ákærir miðlar fyri at vera ov einstáttaðar. Serliga hugsar hann um flatskattin.
Hansara uppáhald er, at ein einlig mamma kann forvinna 120 túsund uttan at gjalda skatt.
Landsskattur og kommunskattur
Heilt greitt kunnu vit beinavegin staðfesta, at fólkavaldi løgtingsmaðurin tilvitað fremur misvísandi orðaspæl. Hetta við bert einum endamáli. At bera sokallaðu betringar hjá samgongum fram, sum nakað gott.
Hyggja vit eftir skattatalvunum hjá Taks fyri 2011 og 2012, síggja vit, at viðkomandi, sum forvinnur 120 túsund um mánaðin, hevur fingið ein skattalætta á heili 800 kr. Ja heili 800 kr ella heili 67 kr meira um mánaðin. Sanniliga hevur samgongan broytt liviumstøðurnar hjá einligum mammum, má staðfestast. Her mugu vit jú sjálvandi IKKI hugsa um, at Heilsutrygd, ALS inngjald, matur o.m.a. er hækkað.
Og Hanus Samró mann allarhelst hava gloymt (við vilja?) at samlaði skatturin (kommunurskattur er eisini til) er 30.000 kr. Sum gevur altso 90.000 til egið brúk.
Sannleikin
Er tann, at fráflyting er gerandiskostur í Føroyum. Javnan hava miðlar lýsingar av fólki, harímillum einligar mammur, sum flyta av landinum. Prísstøðið, sum er 14% hægri, er ein orsøk, men metti samgongan at tað var ikki neyðugt at kanna.
Tað ringasta er tó tað, ið fór at koma óansæð, roynir BADH-samgongan at taka heiðurin av. Hækking av barnafrádráttinum varð stungin út í kortið áðrenn valið. Allir flokkar eiga heiðurin fyri tað.
Men at Hanus Samró heldur, at lívið verður lættari hjá einligum mammum við einum skattalætta á lúsa 800 kr + 1000 kr pr barn vísur tíanverri, hvussu veruleikafjar núverandi samgonga er. Sjálvandi skal tað loysa seg at arbeiða. Men hvussu skal tað loysa seg at liva, tá prísstøðið er ov høgt, bústaðarmøguleikar ov einstáttaðir og dýrir?
Vil samgongan nakað, so kannar hon, ikki gitir.
Ella er alt farið í fisk?










