Pensjónin hjá stakum pensjonisti hækkaði úr 7.800 kr/mán til 10.300 kr/mán.
Hjá pensjonistahjúnum úr 12.370 kr/mán til 16.970 kr/mán.
Lægsta fyritíðarpensjón hækkaði við tilsamans 2.660 kr /mán.
Mótrokningin av aðrari inntøku hjá fyritíðarpensjonistum varð lækkað úr 60 niður í 30%.
Stuðulin til dagtilhald og mattænastu fyri pensjonistar varð øktur úr 3 til 7 mió kr.
159 nýggj búpláss vóru tikin í nýtslu á røktarheimum og eldrasambýlum
210 fólk aftrat komu at arbeiða í heimarøktini og eldrarøktini annars.
Bjørn Kalsø fær serliga ilt av, at eg samstundis vísi á, at síðan Sambandið við Rósu Samuelsen yvirtók ábyrgdina á almannaøkinum er bert gingið afturá:
Javningin av viðbótini hjá fólkapensjonistum er minkað úr 4 niður í 3%
Javningin av allari pensjónini hjá fyritíðarpensjonistum er minkað úr 4 niður í 3%
Allur stuðulin til dagtilhaldini til hjá pensjonistum uppá 4 mió kr er skorin burtur.
Egingjaldið hjá pensjonistum fyri heilivág er hækkað munandi.
Bjørn Kalsø vil vera við, at í fyrru ABC-samgonguni hendu teir stóru batarnar á pensjónsøkinum, tí at Sambandsflokkurin sat á pengakassanum. Tann syrgiligi sannleikin er tíverri, at tá vit skipaðu fyrru ABC-samgonguna í feb. 2004 hevði Sambandið eittans ynski, og tað var saman við Fólkaflokkinum at fáa so stórar skattalættar sum gjørligt til tær góðu inntøkurnar. Mótkravið hjá Javnaðarflokkinum var at fáa so stórar hækkingar á pensjónsøkinum sum gjørligt.
Eg harmist um, at tað tíverri eydnaðist alt ov væl hjá fíggjarmálaráðharranum hjá Sambandinum at deila feitar skattalættar út til tær góðu inntøkurnar. Hinvegin eydnaðist tíbetur Javnaðarflokkinum til fulnar at fremja lyfti okkara um stórar hækkingar fyri pensjonistarnar, so sum víst er á omanfyri.
Hetta var ikki so galið. Tí virðið av skattalættunum hjá Sambandinum minkar við árunum so líðandi burtur í onki, so hvørt inntøkurnar í samfelagnum veksa.
Hinvegin veksur virðið av hækkaðu inngjøldunum til Samhaldsfasta fyri hvørt ár sum gongur, so útgjaldið til pensjonistarnar kann hækkast við einum støðugt størri upphædd á hvørjum ári.