Tí verður tú bundin at spølum og alkoholi

Ein norskur granskari hevur kannað, hvørjir biologiskir faktorar kunnu forklára, hví summi fólk gerast bundin at spølum og alkoholi.

Kanningin hjá norska granskaranum vísir, at tað eru somu mekanismur, sum gera seg galdandi, tá tað snýr seg um ludomani og alkoholismu: Ein ójavnvág í serotoninskipanini. Tað eru onnur ting so sum kyn og umhvørvi, sum eru avgerandi fyri, hvat tað er, fólk verða bundin at.

- Ludomani líkist ótrúliga nógv alkoholismu, um vit hyggja eftir klinisku myndini. Nú hava vit við hesi kanningini víst, at tað eisini kann prógvast biologiskt, sigur Espen Walderhaug, ið er granskari á Oslo Universitetssykehus.

- Í kanningini vildu vit samanbera tvey ymisk ting, sum fólk gerast bundin at - alkoholisma og ludomani. Í tí fyrra er ein substansur sum alkohol, meðan eingin substansur er í tí seinna, greiðir Walderhaug frá.

- Nú vita vit, at serotonin ávirkar tey, ið eru bundin at spølum og alkoholi, men í framtíðini verður ivaleyst møguligt at prógva, hví fólk eisini gerat bundin av øðrum tingum enn bara spølum og alkoholi.

Walderhaug fegnast um úrslitini av kanningini, tí við nýggju vitanini verður lættari at geva røttu viðgerð til tey fólkini, sum eru bundin at spølum og alkoholi.