? Tú verður ongantíð liðugur at skriva søgu

? Tað var Vøgg Guttesen, sáli, sum segði mær, at Janus Sørensen hevði peikað á meg at skriva søguna hjá vatnveitingin í Havn. Eg hugsaði meg gjølla um, og í fjør heyst gjørdi eg av at fara undir arbeiðið, segði Finnur Johansen á tíðindafundi á býráðsformansskrivstovuni í gjár í sambandi við at bókin kom út.

Eirikur Lindenskov


? Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt hetta er tann rætta søgan. Men tá tú situr við slíkum tilfarið, verður tú rættuliga bitin av tí - og út á várið kom rættuligt glið á skrivingina, sigur Finnur Johansen, sum leggur dent á, at tú verður ongantíð liðugur við at skriva søgu - heldur ikki í hesum føri.

? Men eg hevði eina freist, tí bókin skuldi vera liðug, tá vatnveitingin gjørdist 100 ár 25. oktober.

Finnur Johansen vísir á, at dagurin 25. oktober 1898 ikki alment er nevndur nakrastaðni.

? Eg havi bara sæð hann nevndan í bókini hjá Ziska »Tórshavn lív og vøkstur«, men eg gangi út frá, at hann er komin til hesa dagfesting á sama hátt sum eg, sigur Finnur Johansen, sum hevur lisið í Dimmalætting frá 1. november 1898, at »vatnveitingin var tikin í brúk seinasta leygardag« - og við at rokna seg aftur, kemur hann til 25. oktober.

Finnur Johansen sigur, at tað hevur verið trupult at fingið til vega tilfar um ta fyrstu tíðina - frá fyrrapartin í tjúgunum og aftureftir. Her hevur hann verið noyddur at hildið seg til bløðini.