Um tú ert eitt ?miðalhampafólk?, so hevur tú óivað onkuntíð sungið ?My Way? til karaoke í býnum. Men tað mást tú ikki gera, um tú fert til Filipsoyggjarnar! Sambært enska tónleikablaðnum NME verður ein dripin á Filipsoyggjunum, um ein á einari karaokebar velur at syngja ?My Way? hjá Frank Sinatra. Hetta skrivar bt.dk í dag.
Gjøgnum seinastu 10 árini eru seks fólk dripin fyri at hava sungið ?My Way? so illa.
Í samrøðu við New York Times heldur amatørcroonarin Rodolfo Gregorio, at hatta kemst av, at øll kenna sangin, og tískil hava tey eina meining um hann.
- Mær plagdi at dáma væl ?My Way?, men eftir allan hendan ruðuleikan eri eg givin at syngja hann. Tú kanst verða dripin fyri tað, sigur Gregorio.