Tí velji eg ríkisfelagsskapin

Tjóðaskaparfólk siga, at eg fyrst og fremst eri føroyingur, og at eg fyrst finni mín sanna identitet, tá vit fáa fullveldi.

Eftir at hava búð uttanlands í nógv ár flutti eg til Føroyar. Eg flutti ikki heim fyri at finna ein kollektivan føroyskan identitet, men vegna arbeiði og familju mína.

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki havi nakað meiri felags við ein persón, bert tí hann er føroyingur.

Tað er ikki stuttligari at vera saman við føroyingum enn øðrum. Eg fyritrekki at vera saman við fólki, sum hava somu áhugamál/virðir, sum eg sjálvur.

Eg síggi meg sum »eg«. Tað er fultkomiliga irrelevant, um eg eri føroyingur, danskari ella kanska kinesari ....... Tað, sum hevur týdning, er at eg eri eg.

Hetta undirbrotliga tjóðskaparliga stemplið, ið onnur vilja hanga rundan um hálsin á mær, vil eg gjarna sleppa av við. Eg síggi meg sum alheims borgara.

Eg vil liva í einum landi, ið brúkar sínar avmarkaðu ressoursir á ein rationellan hátt, so at ressoursir verða til yvirs til tey veiku, sjúku og pensjonistarnar. Eg vil ikki betala fyri dýrar óneyðugar dupultfunktiónir, sum vit longu hava.

Hetta landið ger júst tað mótsatta.

Hvar eru tey rationellu argumentini í loysingarrørsluni?

Eg dugi ikki at síggja annað enn følilsir og undirlutakenslir. Eg gangi inn fyri einum rationellum landi og at útdelegera allar tær tænastur, sum ikki eri kjarnutænastustur. Hetta kunnu vit í ríkisfelagsskapinum.

Tað, sum hevur týdning, er at hetta landið fungerar, er rationelt og kann kappast við onnur lond á høgum stigi.

Tað finnast vigtigari ting í lívinum enn at fáa »Made in Føroyar« stempul á reyvina.