Dóttir Michael Jackson fekk seinastu orðini á minningarhaldinum, har poppkongurin varð heiðraður og mintur eftir 50 ár í heiminum, hann royndi at gera betur Í dag hevur jarðarferðin hjá poppkonginum Michael Jackson verið í Los Angeles í USA. Minningarhaldið, sum var í Staples Center, savnaði fleiri milliardir fólk kring heimin frammanfyri sjónvarpsskíggjan.
Kend fólk, vinfólk og tónleikarar heiðraðu og mintust Michael Jackson við røðum og tónleiki.
Millum tey, sum høvdu orðið ella sungu, vóru Berry Gordie, Brooke Shields, Stevie Wonder, Mariah Carey, Lionel Richie, Magic Johnson og Al Sharpton.
Fleiri av teimum, sum høvdu orðið, kallaðu Michael Jackson besta entertainara, sum nakrantíð hevur livað.
Seinastu orðini á minningarhaldinum fekk dóttir Jackson, Paris Katherine.
- Líka síðani eg var fødd, hevur babba verið tann besti pápin, nakar kann ímynda sær. Eg vil bara siga, at elski teg so nógv, segði dóttirin, áðrenn kistan við Michael Jaackson varð borin út frá minningarhaldinum