Tí varð tað Tórsvøllur

Tá GÍ í kvøld fer á Tórsvøll at spæla, er tað fyrstu ferð eitt lið, sum ikki er heimahoyrandi í høvuðsstaðnum, spælir heimadyst á grasinum

Onkur eru fegin, onnur hava ilskast, meðan tað hjá teimum flestu ikki ger so øgiliga stóran mun. Talan er um valið, sum leiðslan hjá GÍ framdi, tá teir løgdu heimadyst sín á Tórsvøll, heldur enn á Svangaskarði.


Fíggjarligur munur

Leiðsla felagsins hevur tó umvegis leikskránna boðað áskoðarunum frá, hví dysturin er settur at vera á Tórsvølli.

Sagt verður, at áðrenn nøkur avgerð varð tikin um hetta, buðu teir bæði Tórsvølli og Tofta Leikvølli at vera við, soleiðis at hesi lótu inn hvør sítt tilboð til felagið. Munurin á hesum var somikið stórur, at nevndin als ikki helt seg hava ráð at síggja burtur frá hesum.

Framman undan hesum vórðu leikararnir eisini eftirspurdir, og tá teir søgdu tað vera tað sama, hvar dysturin varð leiktur. Tá ta smb. leikarunum ikki var nakar ítróttarligur munur, og tá fíggjarligu fortreytirnar vóru betri í høvuðsstaðnum, var talan ikki um nakað trupult val.