- Hetta vóru míni fyrstu jól á sjónum. Lagið var ringt á monnum, tá teir frættu, at skipið skuldi vera til fiskiskap á jólum. Manningin hevur tó roynt at havt eini hugnalig jól eystan fyri Føroyar við skiftandi veðri.
Tað sigur skiparin á norska uppsjóvarskipinum, Havskjer, Thore Arild Økland, sum hósdagin 28. desember landaði 1600 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, vitjaði umborð og heilsaði upp á manningina, meðan teir lógu á Fuglafirði. Meginparturin av manningini kemur úr Ålesund-leiðini.
Uppsjóvarskipini plaga annars altíð at liggja um jólini, men í ár keypti norski reiðarin eina kvotu seint upp á árið, sum skuldi fiskast, áðrenn árið var úti.
- Onkur av manningini hevur verið burtur á jólum fyrr, men flestu teirra høvdu ikki roynt hetta áður, veit sjómanstrúboðarin í dag at siga á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Havskjer er bygdur í ár 2000. Skipið er 67 metrar langt og 13 metrar breitt. Motorurin er ein 7500 HK. Wartsila, og skipið lastar 2000 tons. Tað er reiðaríið Veibust Fiskeriselskap í Ålesund, sum eigur skipið.
Thore Arild Økland sigur, at Havskjer hevur havt eitt gott ár, hóast sildaprísurin var vánaligur. Á túrinum hesaferð hava teir landað svartkjaftin í Fuglafirði, tí teir siga, at prísurin er væl betri í Føroyum enn í Noregi.
Níggju mans eru við Havskjer, sum fór beinleiðis aftur á svartkjaftaveiði, tá teir vóru lidnir at landa í Fuglafirði.