Brian Kerr er skjótur at hyggja upp.
– Sást tú ikki tað?, spyr hann aftur og flennir síðan í kíki, tá hann verður spurdur, hví Erling Jacobsen var við frá byrjan.
Verjuleikarin úr Víkingi var millum mest eyðsýndu føroyingarnar á Svangaskarði í gjár. Jacobsen var framúr í verjustøðu, og hann syrgdi fyri, at gestirnir komu sjáldan til innlegg í høgru síðu. Erling Jacobsen hevði tað trupult fyrstu løtuna, men spældi sera sannførandi seinasta tíman av dystinum.
Hendrik Rubeksen hevur røkt plássið seinastu dystirnar, men Brian Kerr metti, at tað var tørvur á eini úrskifting.
– Hendrik Rubeksen hevur spælt sum framherji í fleiri ár. Hann er umskúlaður til vinstra bakk í hesum kappingarárinum, so hann er óroyndur á plássinum. Eg eri ikki ónøgdur við hansara spæl, men hann hevði tað trupult í Slovenia. Tað var eisini tørvur á eini útskifting, tí tað er strævið at spæla tveir dystir eftir fýra døgum, sigur Brian Kerr.
Landsliðsvenjarin hevur leingi havt Erling Jacobsen í huganum sum ein møguligan vinstra bakk.
– Hann er ungur, og tú skal sjálvandi ansa eftir, nær tú tveitir ungar leikarar fyri løvurnar. Erling Jacobsen hevur spælt væl fyri Víking í hesum kappingarárinum, og eg tosaði eisini við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá Víkingi, undan dystinum, og løtan var tann rætta. Hann spældi eisini sera væl og sannførandi, sigur Brian Kerr.
Erling Jacobsen sigur, at hann var nervøsur fyrstu løtuna.
– Men eg gloymdi skjótt nervarnar, og eg haldi, at tað gekk væl. Tað var stuttligt at fáa eitt so gott úrslit í mínum fyrsta landsdysti, og serliga framman fyri eina slíkari áskoðarafjøld, sum stuðlaði okkum væl, sigur Erling Jacobsen.