Tí valdu tey Marner Jacobsen

Fleiri grundgevingar vóru fyri at velja Marner Jacobsen til "Ársins Leiðara 2006"

Sagt verður um forstjóran í Føroya Sparikassa; Marner Jacobsen:

* ... hann skapar nýggjar møguleikar at fáa uppsparing hjá føroyingum at kasta nógv meira av sær. Hann broytir hugburðin hjá fólkinum við at fyritøkan, hann leiðir, megnar at skapa tíðarhóskandi íløguhugburð í landinum í staðin fyri at binda kapitalin í betong og timbur..
* ... Marner hevur staðið á odda fyri at nútímansgera Føroya Sparikassa, og við sínum framskygni hevur hetta hepnast væl. Hann hevur lagt dent á at brúka nútíðartøkni og leiðslustíl við øllum teimum amboðum, sum eru frammi í tíðini, samstundis sum hann hevur varðveitt grundfestið hjá Sparikassanum. Sparikassin framstendur tí í dag sum ein nýmótans fyritøka til reiðar at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nútíðin krevur...