Tá valdið verður hótt koma hógvarnir fram

Altjóða kvinnudagur 8. mars. Kvinnudagur kring allan heim

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Á altjóða kvinnudegnum 8. mars býðst høvi at varpa ljós á viðurskifti sum liggja kvinnum á hjarta, hvørji til­tøk skulu til fyri at bøta um javn­støðuna millum kynini, so at kvinnur og menn hava javnbjóðis politiskt og fíggj­arligt vald í heiminum, hvat er til ráða at taka fyri at steðga handli við kvinnum og børnum, hvussu kunnu menninir gerast ein partur av javnstøðu arbeiðinum, og nógvir aðrir viðkomandi spurn­ingar.
Altjóða kvinnudagurin var settur á stovn í 1910 við tí endamálið at varpa ljós á arbeiði fyri rættindum hjá kvinnunum. Tað vóru mill­um aðrar kendu sosialista kvinn­ur­nar Clara Zetkin og Rosa Luxemburg sum vóru slóð­brótarar í hesum arbeiði. Hetta hendi í tí nú so kenda Fólksins Húsi á Jagtvegi 69 í Keyp­mannahavn, eitt sindur av lagnunnar speisemi kundi man sagt, at húsið sum var karm­ur um stovnsetanina av altjóða kvinnudegnum, nú liggur í sandasorli, men tí betur, enn livir arbeiði fyri javn­støðu og hevur hetta ar­beiði breitt seg kring allan heim.
Evnini kvinnurnar kring heimin taka til viðgerðar 8. mars eru sera ymisk. Í Chile varpa kvinnurnar ljós á ar­­beiði fyri javnstøðu við at býta út blómur til menninar, við blómunum er fest kort við áskriftini: saman berjast vit fyri kvinnurættindum.
Í Kina er tiltak í Peking har peningur verður savn­að­ur ­til foreldraleys børn. Pen­ing­urin skal nýtast til útgerð, rakst­ur og trygg spælipláss á barnaheimum hjá BICCO, sum er internationalur felags­skap­ur fyri foreldraleys børn í Peking. Tey flestu av hesum børnum eru gentur.
Í Írlandi varpa kvinnurnar ljós á hvussu heimsins rík­i­dømi verður býtt og hvussu mis­javn­in í ríkidøminum ver­u­lig ávirkar støðuna hjá kvinnum, monnum og børn­um í heiminum.
Í Danmark setir eitt av tiltøkunum 8. mars ljós­kast­ar­in á handilin við kvinnum og børnum í Evropa, og krevja at kvinnur ið eru inn­fluttar til prostitutión í Dan­mark, skulu hava rætt til fast uppihald í landinum. Handil við menniskjum, er triði stórsti ólógligi handil, sum fer fram í heiminum eft­ir ólógligum vápna- og narkotikahandli. Bara í Evropa vera innførd 500.000 kvinnur og børn til sex ídnaðin og koma hesi úr Eysturevropa, Thailandi, Suðuramerikonskum og Af­r­i­k­onskum londum.
At enda vinna vit sigur, kvinn­ur og menn.
At Føroya Løgting 20. okt­ob­ur 2005 samtykti at setta nevnd at arbeiða fyri øktum leikluti í politikki, kann sig­ast at vera eitt søguligt fram­brot. Uppskotið fekk dyggan stuðul í løgtinginum og var samtykt við 28 atkvøðum fyri og 1 ímóti.
Hetta stig vísir at eisini pol­itiska skipanin hevur á­sann­að at neyðug er við ser­lig­um tiltøkum til tess at bøta um javnstøðuna í Før­oyum. Hetta vísir at tann hugburðsbroyting sum skal til fyri at broyta ver­andi støðu, frá at hava eitt gapandi demokratiskt und­ir­skot í samfelagnum, til eitt samfelag við javnstøðu mill­um kvinnur og menn, er á veg.
Frá at hava eitt undirútvikla dem­o­krati, har valdi bert sit­ur á fáum hondum, eru vit á veg til eitt veruligt dem­o­krati, har valdi er javnt býtt millum kynini.
Hetta er ein long og tor­før tilgongd, sum vit øll eiga at vera til reiðar at taka. Demokratia við nógv­um góðum, neyðugum og fjølbroyttum tiltøkum, Javn­støð­u­nevndin á øllum teim pallum sum hon hevur at virka á, løgtingsfólk og bygdarráðslimir í teimum á­lit­is­sessum sum teimum eru tillutaðir, vinnulívsfólk og almennir stovnar, øll eiga í felag at seta sær sum mál at í Føroyum skal full javn­støða valda.
Hetta merkir at bæði kynini eru javnt umboðaði bæði har politisku avgerðirnar skulu tak­ast og í vinnulívinum í Før­oy­um. Eitt samfelag við so lítlum fólkatalið sum tí føroyska, hevur á ongan hátt ráð til ikki at nýta helvtina av tí góða fólkatilfeinginum vit hava í politikki og í vinn­u­lívinum.
Tað er einans við hesi fel­ags niðurstøða vit kunnu byggja land frameftir og á tann hátt lyfta alt Føroyska sam­felagið upp til eitt veru­ligt nútímans demokrati. Fyri at skunda undir hesa byrj­aðu tilgongd, verður eft­ir míni fatan neyðugt við nøkr­um serligum átøkum, eitt av teimum er at tryggja eina kyninum, kvinnum ella monnum minst 30 % av umboðanini á Føroya Løg­tingi. Hetta vildi í dag merkt at kvinnurnar skjótari fingu sín demokratiska rætt til ávirkan í samfelagnum, men hetta hevði samstundis verið við til at tryggja synum okkara rættin til ávirkan í fram­tíðar samfelagnum.
So sjálvt um hógvarnir hjá nøkrum valdshavarum í dag stinga grefligt í eyguni, og teir í krampaherindum geyla ímóti tí tilgongd teir sjálv­ir hava verið við til at samtykt, og teir síggja at ein hugburðsbroyting er á veg, og vit eru ávegis einum demokratiskum samfelagið har javnstøða valdar á øllum økjum, so eiga vit ikki at gev­ast á hondum, men bretta upp um armar og halda á­fram á leiðini við góðum treysti, tí at enda vinna vit sig­ur, kvinnur og menn.