Tøva í sama stað

- Vit eru um at drukna í vælvild frá politikarum, men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum. Á útoyggjastevnu í Fugloy í morgin, fara tey enn einaferð at umrøða støðuna hjá okkara minstu oyggjum Í morgin fara tey at hava útoyggjastevnu í Fugloy. Har skal útoggjafelagið hava aðalfund, men afturat tí, skipa fugloyingar fyri eini rúgvu av tiltøkum, bæði við hoppiborgum og ymsum spølum fyri børn og fyri framsýningum, sangi og føroyskum og enskum dansi fyri tey vaksnu.

Har vóna tey sjálvsagt at síggja so nógv fólk, sum gjørligt, tí øll eru hjartaliga vælkomin og bæði Strandferðslan, Alfa Pilot, Skúvadal og Silj Star sigla til og úr Fugloy. Eisini Viljin av Húsum fer at sigla ímillum Hvannasund og Fugloy

Tey heilt villu kunnu leiga marglætisbátin Pearl til og av stevnuni, so ferðingarmøguleikar tróta ikki.

Formaðurin í útoyggjafelagnum heldur ikki, at støðan er so nógv versnað hetta seinasta árið, síðani seinastu útoyggjastevnu.

Hinvegin heldur hann avgjørt heldur ikki, at støðan er batnað.

Annars heldur hann skuldi hann mett eftir teirri vælvild, útoyggjarnar hava, skuldi ikki skorta upp á tiltøk, sum kundu ment hesi útjaðaraplássini.

- Tá ið vit siga andlit til andlits við politikararnar, er ongin endi á vælvildini. Men tað er ótrúligt, sum teir gloyma skjótt, alt fyri eitt, vit eru farin úr eygunum á teimum aftur. Tí er tað ikki serliga hugaligt, heldur hann.

-Tað mest positiva, vit kunnu siga, er, at Kalsoyingar hava fingið munandi betri samband og tað hava tey verið ómetaliga fegin um.

Hann heldur, at støðan í Kalsoy er prógv um, hvussu stóran týdning eitt gott ferðasamband hevur, tí í Kalsoy fáa tey nú bilar út í oynna, ikki minst oljubilar, so tað er ein øgiligur lætti.

Men hann heldur, at tað er eisini neyðugt at bøta um ferðasambandið til aðrar útoyggjar eisini, men tað verður alla tíðina gjørt til ein spurning um pengar.