Tá vóru tað eisini átta stig...

Í 2006 misti EB/Streymur á stokkinum. Hóast felagið úr Sundalagnum var oddalið so at siga alt kappingarárið, men í seinasta leikumfari vann HB oddasessin.

Eftir 18 umførum fyri tveimum árum síðan vóru tað eisini átta stig sum skiltu EB/Streym og HB. Sundalagsmenn høvdu, júst sum nú, tá 38 stig, men HB høvdu 30. Soleiðis er eisini í ár, men nú er tað B36, sum rennur aftaná. Tað er tó lítið sannlíkt, at sundalagsmenn aftur skulu missa gullið í ár, men livst so spyrts...