Gløggu hyggjararnir løgdu helst til merkis, at tað vóru ikki bara 80.000 áskoðarar, ið vóru til EM-finaluna ímillum Frakland og Portugal á Stade de France í gjárkvøldi. Eisini vóru ein rúgva av smákyktinum náttsveimarum, ið høvdu gjørt innrás á franska tjóðarleikvøllin. Hetta kom serliga til sjóndar ta einu ferðina, tá ið ein grátandi Cristiano Ronaldo setti seg niður, tí at hann var blivin skaddur. Samstundis sum, at Ronaldo setti seg niður, valdi ein náttsveimari at seta seg á andlitið hjá honum.
Tey flestu av lívsins viðurskiftum hava tó eina orsøk, og soleiðis er eisini við nógvu náttsveimarunum, ið ókeypis sóu EM-finaluna. Í gjárkvøldi kom undan kavi, at orsøkin til mongu smákyktini var, at øll ljósini á Stade de France høvdu verið tendrað náttina fyri finaluna. Og smákyktum líkt, so fara tey har, ið ljósið er - serliga tá ið risastórir ljóskastarar standa standa og brenna í eina heila nátt.
Tað eru tó eisini nøkur, ið duga at síggja tað stuttliga í hesi margháttiligu smákyktainnrásini. Millum annað hevur onkur gløggur heili verið skjótur at gjørt ein Twitter-brúkara fyri tann náttsveimaran, sum setti seg á andlitið hjá Cristano Ronaldo. Tann Twitter-brúkarin kann síggjast HER.
Náttsveimararnir høvdu tó ikki størri ávirkan enn, at finalan varð avgreidd eftir bókini, og at enda stóð Portugal sum óvæntaður EM-vinnari.