Tá vóru 6 kvinnur á tingi

    

Rúna Sivertsen
???????????
Í grein í Sosialinum, 10. mars, skrivar Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við javnstøðumálum, at hægsta talið á kvinnuligum løgtingslimum nakrantíð er 5 Men her fer landsstýrismaðurin skeivur.
Mitt í valskeiðnum (1994 -98) sleit Javnaðarflokkurin samgonguna, og Fólkaflokkurin kom inn í staðin. Hetta var á sumri í 1996.
Í juli mánaði sama ár varð Anfinn Kallsberg settur sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og eg tók sæti á tingi fyri hann.
Sostatt vóru 6 kvinnuligir tinglimir frá juli 1996 til apríl 1998, tá val varð útskrivað. Tær vóru, Maria Hansen, Lisbeth L. Petersen, Marita Petersen, Helena Dam á Neystabø, Ingeborg Vinther og Rúna Sivertsen.