Dómurin í dag er bert ein lítil partur av einari umfatandi sak um ringu viðferðina av einari táverandi 19 ára gomlu gentu. Hon var millum annað hildin fangi í einum skúri í Suðurhavnini í Keypmannahavn. Tað eydnaðist henni kortini at flýggja og boða frá, og síðani er málið útgreinað av løgregluni. Unnustin hjá gentuni noyddi ein vinmann at verða við í ringu viðferðini av gentuni, og noyddi hann at høgga tummilfingurin av gentuni og síðani eta hann. Og tað er vinmaðurin so nú dømdur fyri. Verjin hevur kravt, at dómurin skal falla burtur, tí maðurin handlaði undir tvingsli. Unnustin hjá kvinnuni situr varðhaldsfongslaður og er sagdur sinnissjúkur. Hann skal fyri rættin í november, skrivar ekstrabladet.dk.