SEV og sólorka
Á skrivstovuni hjá Vestmanna kommunu er tað serliga tekniski leiðarin, Hilbert Elisson, sum hevur tikið sær av málinum viðvíkjandi sólorkuskipanini.
Hilbert sigur, at ein partur av sólorkuskipanini er sett upp, men at ein lítil steðgur er í arbeiðinum beint nú.
- Arbeiði gongur sína gongd í tøttum samstarvi við SEV. Hetta er neyðugt, tá ið tað er elfelagið, sum eigur netið og gevur neyðugu loyvini. Skipanin, sum verður sett upp, verður bert eitt ískoyti til el-nýtsluna skúlanum, og tí er neyðugt, at SEV gevur loyvini til íbinding.
Hilbert vísir á, at talan er um eina royndarverkætlan sum í fyrsta lagi hevur til endamáls at vísa, hvat ein slík sólorkuskipan gevur.
Hann sigur, at SEV hevur boðað Vestmanna kommunu frá, at felagið vil loyva, at orkuskipanini verður íbundin netið hjá SEV, men enn eru øll loyvi ikki endaliga komin uppá pláss.
- Vit hava tó fingið at vita, at øll neyðugu loyvini koma uppá pláss, sigur Hilbert.
Í klemmu
Sum Sosialurin hevur skilt, var ætlanin upprunaliga, at Kári Thomsen, sum umboðar Dansk Solenergi í Føroyum, skuldi hava eftirlitið við uppsetingini av skipanini.
Men hesum hóvaði eftir øllum at døma ikki SEV.
Hilbert Elisson viðgongur, at kommunan kom í eina ávísa klemmu í hesum spurningi, og úrslitið var, at Kári Thomsen tók seg aftur og er nú leysur av verkætlanni.
Tekniski leiðarin hjá Vestmanna kommunu er ikki samdur við Kára Thomsen, tá ið hesin sigur, at stjórin í SEV, Klæmint Weihe, hevur saboterað sólorkuætlanina í Vestmanna.
- Nei, tað haldi eg ikki, vit kunnu geva honum rætt í, sigur Hilbert.
Hann ásannar, at tað er SEV, sum eigur netið og hevur rættindini, og tí er tað eisini el-felagið, sum setir treytirnar.
Hilbert Elisson sigur, at uppsetingin av sólorkuskipanini helst verður nakað dýrari, enn kommunan hevði roknað við, men hann vónar kortini, at skipanini er komin upp at koyra, áðrenn hetta árið er úti.










