Tá óttin tekur yvir

Tað eru nógv fólk, ið ræðast at eitt nú flúgva, sigla ella at vera í elevatori, men hjá summum gerst ræðslan so stór, at talan er um fobi. – Fólk leita sær hjálp, tí eitt lív við eini fobi kann verða sera avmarkandi, sigur Jegvan Z. Bæk, sálarfrøðingur, sum skipar fyri fobiskeiðum.

Eiturkoppar, lítil rúm, lyftur, at flúgva og sigla. Tað eru fleiri føroyingar, ið gerðast so illa tilpassar av hesum, at tey kenna hjartabankan, fara at sveitta og blíva bangin av hesum tingunum. Tey hava eina fobi.

- Í mínum arbeiði hitti eg nógvum fólkum, ið eru óvanliga bangin fyri ymiskum, men serliga er tað at flúgva og sigla, sum nógv ræðast. Eisini hava nógv fobi fyri smákyktum, sigur Jegvan Z. Bæk, sum hevur meir enn 30 ára royndir sum sálarfrøðingur. Eitt av hansara serøkjum er ótti, herundir øll sløg av fobium.

Fólk, sum hava fobi, hava eina sjúkliga ræðslu fyri onkrum ávísum. Ein ræðsla sum er óneyðug, sigur Jegvan Z. Bæk:

- Tá tú hevur eina fobi, hevur tú ein ótta, sum ikki svarar til sjálvan vandan.


Øll kunnu fáa fobi

Tað finnast nógv ymisk ástøði um fobi, og hví summi fólk hava fobi. Til dømis kunnu ávís viðurskifti og ógvusligir hvøkkir í móðurlívi elva til fobi. Tað eru eisini tey, sum halda, at henda øgiliga ræðslan er nakað íborðið, tað vil siga, at vit hava útviklað ótta fyri ávísum vandamiklum tingum gjøgnum ættarlið:

- Tað eru fleiri føroyingar, sum ræðast eitt nú skorpiónir, hóast vit ikki hava skorpiónir her um okkara leiðir, sigur Jegvan Z. Bæk.

Sambært honum kunnu øll fáa fobi. Sum oftast fáa fólk eina fobi orsaka av einum hvøkki, ella tí tey hava verið í eini ávísari støðu, har tey eru blivin bangin. Óttin festir seg soleiðis, at tað blívur til eina fobi fyri øðrum líknandi hendingum ella støðum, greiðir Jegvan Z. Bæk frá:

- Ein rættiliga vanlig fobi er at ræðast eiturkoppar. Tað kann til dømis koma av, at tú sum barn brádliga hevur lagt merki til ein eiturkopp, sum hevur gingið eftir rygginum á einum øðrum persóni, og tú ert blivin kløkkur av hesum. Næstu ferð tú sært ein eiturkopp, kemur hesin hvøkkurin aftur á teg, soleiðis at tú merkir eina øgiliga ræðslu.


Panikkurin fær valdið

Tá fólk blíva útsett fyri síni fobi, hugsa tey ikki skynsamt, tey gerast frá sær sjálvum, og panikkurin fær valdið:

- Tey vita væl, at teirra reaktión ikki er vanlig, men tey klára ikki at hugsa rationelt, tá tey eru í støðuni, sigur Jegvan Z. Bæk, sum leggur afturat, at hann eisini veit um fleiri føroyingar, ið hava flogræðslu, hóast tey ongantíð hava verið í einum flogfari:

- Summi hava ongantíð flogið og gerðast púra panisk við tankan um at skula í eitt flogfar, tí tey hava hoyrt onkran sagt frá einum ringum túri, ella tí tey hava sæð um flogvanlukkur í sjónvarpi.(hetta citatið skal framhevast við reyðum stavum)

Jegvan Z. Bæk sigur, at fólk við fobi ofta skammast við teirra óneyðuga ótta, og tað kann gera trupulleikan enn størri.

- Hevur mann eina fobi, kennir mann ofta skomm og hugsar nógv um, hvat hini halda. Tað, at mann roynir at goyma tað fyri øðrum, kann gera trupulleikan enn størri, greiðir Jegvan Z. Bæk frá.


Viðgerð kann hjálpa

Hóast tað eru fleiri, ið royna at liva við síni fobi, gerst trupulleikin aloftast so stórur, sum árini ganga, at tey sjálvi kenna seg hava hjálp fyri neyðini:

- Tað er eyðkent fyri fólk við fobi, at tey leita sær hjálp, tá fobiin fyllir so mikið nógv, at gerandisdagurin verður trupul. Ofta hava tey livað við fobiini í nógv ár, men fara í viðgerð, tá tey duga at síggja, at tað er møguleiki fyri at gera nakað við trupulleikan, sigur Jegvan Z. Bæk, ið nýtir tankafeltterapi sum viðgerðarhátt á fobiskeiðunum, sum hann javnan skipar fyri.

Fobiskeið við tankafeltterapi snýr seg um at læra ávísar teknikkir fyri at basa óttanum, so sleppast kann undan fobiini:

- Teknikkurin er einkul og lættur at læra. Tað snýr seg um at avleiða tankarnar, millum annað við at banka á ymisk støð á kroppinum, soleiðis at mann samlar tankarnar, tá ræðslan kemur á ein,

sigur Jegvan Z. Bæk, sum sigur, at hann eisini viðgerð fólk umvegis vanliga telefon og Skype.

Teknikkurin kann lærast av øllum, og sjálvt um tey flestu ongantíð merkja nakað aftur til sína fobi eftir at hava verið í viðgerð, so er møguleiki fyri, at ein fobi vitjar aftur :

- Ein fobi kann í summum førum koma aftur, tí tú kanst altíð risikera at koma út fyri eini skelkandi hending ella koma í eina støðu, har tú fært ein ógvusligan hvøkk, greiðir Jegvan Z. Bæk frá.

Nýtt fobiskeið verður vikuskiftið 26. og 27. novembur 2011.

 

***


Tankafeltterapi

Tankafeltterapi er ein terapeutiskur teknikkur, ið kan loysa fleiri neilgar kenslurog sálarligar trupulleikar. Teknikkurin verður nýttur sum liður í viðgerð móti eitt nú angist, fobi, despressión og stress. Í viðgerðini verður prátað og spurt inn til trupulleikan, samstundis sum mann stimulerar energibanarnar í kroppinum, eins og mann ger í akupunktur. Ístaðin fyri at brúka nálir bankar mann ymsa staðni á kroppin.