Tú óttast hvussu alt fer at ganga

- At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna, sigur Krabbameinsfelagið.

Týsdagin 6. september fer Krabbameinsfelagið at skipa fyri hugnaløtu fyri fólk, sum eru sjúk av krabbameini og tiltakið, sum verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn, verður henda dagin frá klokkan 13-15.30.

 

- At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

 

Tað veit Krabbameinsfelagið at siga.

 

- At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum bylgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og líívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari, sigur felagið.