Tættari í botninum

Við einum stórsigri á H71 í Hoyvík sunnudagin, syrgdi Neistin fyri, at tað gjørdist munandi tættari í botninum í Atlantic Airways kappingini.

Botnliðið Neistin gjørdi eitt ordans hál sunnudagin, tá ið teir vitjaðu H71 í Hoyvík. Neistin var greitt botnlið undan dystinum, men nú er møguligt hjá teimum at vinna seg fram um hoyvíkingar á stigatalvuni, tá ið seinasta umfarið verður leikt komandi vikuskifti.
 
Saknur í Halgir
Hoyvíkingar vóru nógv skerdir til dystin sunnudagin. Liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, var ikki við, tí hann er uttanlands í arbeiðsørindum, og tað er einki dulsmál, at Halgir hevur ovurhondsstóran týdning fyri liðið hjá hoyvíkingum. Harafturat var Piti Negru heldur ikki við, og sostatt manglaði H71 tveir teir bestu skjúttarnar hjá sær.
Hinvegin var Levi Nybo aftur í málinum hjá hoyvíkingum, eftir at hann hevur verið uttanlands í nærum ein mánað, og tað er ein styrkur fyri liðið.
 
Avgjørdu beinanvegin
Tað sást beinan vegin í dystinum, at Neistin var betra liðið. Neistamenn tóktust nógv meiri uppsettir, og teir vóru nógv ágrýtnari enn mótstøðumenninir.
Hetta sást eisini aftur á máltalvuni, tí gestirnir løgdu seg beinan vegin eitt gott petti fram um heimaliðið. Fyrr hálvleikur var ikki meiri enn hálvrunnin, tá ið Neistin hevði lagt seg á odda 14-5, og so var allur spenningurin væl og virðiliga farin úr dystinum.
Neistamenninir koyrdu við fullari ferð, og munurin millum liðini var sjónligur. Meðan neistamenninir høvdu ein góðan gejst, so var ilt at fáa eyga á nakað líknandi hjá H71.
 
Allir komu á máltalvuna
At dysturin ikki serligan áhuga millum manna, er einki at taka seg aftur í. Einans 23 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin, og tað sigur ikki so lítið.
Men teir 23 áskoðararnir sóu Neistan spæla ein tann besta dystin, ið liðið hevur spælt í hesum kappingarárinum. Liðið hevur av álvara tikið tikið seg fram seinastu umførini, men tað er nakað seint at raka toppformin nú.
Sunnudagin sópaði Neistin snøgt sagt H71 av vøllinum, og teir skoraðu nærum eftir vild. Neistafólk fegnast óivað um góða úrslitið sunnudagin, og serliga hugaligt eigur tað at verða hjá teimum at staðfesta, at allir teir tíggju útileikararnir, ið vóru í hópinum, komu á máltalvuna. Tað vóru bara teir báðir málverjarnir, Zelkjo Jotic og Ári Dam, ið ikki komu á máltalvuna.
Hoyvíkingar eru óivað longu farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og teir fara ivaleyst at leggja høvdini á blot til tess at finna út av, hví kappingarárið hjá teimum hevur verið so misjavnt.
Tað er einki dulsmál, at H71 var tað felagið, ið fekk tilgongd av flest spælarum undan kappingarársbyrjan, og liðið fekk eisini eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið. Men serliga her í endaspælinum hevur tað gingið stak illa hjá hoyvíkingum, hóast teir hava nógv og gott fólk.
Enn er ikki greitt, hvør ið skal hava ábyrgdina av besta liðnum hjá H71 komandi kappingarár, men tað hevur ljóðað, at samráðingar eru við Henrik Gerster um leingjan av sáttmálanum. Hinvegin er tað heldur ikki nakað dulsmál, at røddir hava verið frammi um, at venjarin átti at verið skiftur út.
 
H71-Neistin 26-41(12-21)
H71: Esbern Patursson 7((1), Johnny Durhuus 7(1), Høgni Joensen 3, Bjarni Jørgensen 3, Niels V. Niclassen 3, Olaf Vesturgarð 2, Christian Eli Zachariassen 1
Neistin: Damir Oros 9, Blagoje Buha 8(3), Áki Mørk 6, Ólavur Brimnes 5, Dan Thorleifsson 4, Rani Slættanes 3, Freddie Poulsen 2, Jón Ludvík 2(1), Helgi Michelsen 1, Leif Hákun Jacobsen 1
 
Brostkøst: H71 2(2), Neistin 4(4)
Útvísingar: Neistin 2
Dómarar: Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen
Áskoðarar: 23