Støðan eftir trettanda umfarið í fótbóltslandskappingini ger, at tað er øll orsøk at rokna við, at tað verður spenningur í bæði toppinum og botninum fram til síðsta leikumfar, sum verður fyrsta leygardagin í oktober.
Í toppinum vann B36 tvey stig inn á KÍ. NSÍ tapti, og javnleikurin hjá GÍ í Klaksvík ger, at tað nú ber heilt illa til at ímynda sær annan FM møguleika enn KÍ og B36. Stríðið teirra millum er so tætt, at tey hava ikki ráð at missa nakað í komandi dystunum, og tað verður trupult, tí tað er felags fyri bæði liðini, at tey í vikuni skulu spæla í Europa Cup.
Allir dystir eru torførir, men tá vit hyggja at tí, sum liðini eiga á, so kann tað kanska tykjast sum um uppgávurnar hjá B36 eru eitt sindur torførari. Komandi sunnudag verða bæði KÍ og B36 á útivølli, og hóast talan er um mótstøðulið úr lægra endanum, so verður tað mett torført at fara til Vágs og til Sands.
Gøtumenn stríðast fyri Europa
Annað vikuskifti verður ikki spælt í 1. deild, tí tá verður landsdystur. 12. september verður sera spennandi. Tá skal B36 spæla í Gundadali móti grannunum og á vøllinum størstu fíggindunum og torførastu mótstøðumonnunum úr HB, meðan klaksvíkingar skulu til Runavíkar. NSÍ tapti stórt fet í kapprenningini um altjóða luttøku, tá teir snávaðu móti ikki serliga sannførandi HB, og um NSÍ komandi sunnudag tapir í Gøtu, so verður teirra leiklutur í oddastríðnum og harvið í kappingini um Europa Cup útspældur.
Gøtumenn berjast fyri í hvussu so er at endurvinna plássið í Intertoto Cup og kanska eisini í UEFA Cup. Teirra lutur er ikki minst treytaður av, hvussu tað fer at hilnast á heimavølli móti B36 í triðji síðsta umfarinum.
Fyri Kjartan Mohr, peningarøkilin hjá B36, man tað bæði so og so vera ynskiligt, at alt verður opið, tá KÍ í næstsíðsta umfarinum skal í Gundadal at spæla móti B36, sum teir bæði hava vunnið á í landskappingini og í steypafinaluni. Um KÍ vinnur í Vági, í Runavík og á heimavølli móti Sumba, so skal B36 ikki tapa nakran dystin, um teir við sigri á KÍ skulu vinna FM.
Um tøkini hjá B36 kanska síggja tyngri út, enn tey hjá KÍ, so er B36 í aðrar mátar betri fyri. Teir hava verið úti í Europa og ferðast, meðan KÍ er á møðsamari ferð í hesi vikuni, og so hevur B36 nógv fleiri spælarar at taka av enn KÍ. Higartil eru klaksvíkingar slopnir undan leikbannum og skaðum, men um teir koma illa fyri, so tykist tað vera størri smeitur, enn um onkrir B36 menn eru burturfrá.
ÍF á botni
Fuglfirðingar vóru illa kroystir bæði so og so, tá teir høvdu vitjan av VB. Vágbingar fóru við øllum stigunum, og harvið sær alt annað enn gott út hjá ÍF, sum bara er eitt stig undan sumbingum og harvið beinleiðis niðurflyting.
Lagnan hjá ÍF verður ikki minst treytað av úrslitunum tey bæði næstu umførini. Fyrst skulu teir á Svangaskarð, og so fáa teir vitjan av B71. Fyri ÍF er tað størri sannlíki at fáa nakað burturúr hesar báðu ferðirnar, enn í tí, sum kemur aftaná, tí tá skal ÍF spæla móti HB og KÍ á útivølli og á heimavølli móti GÍ.
Við javnleikinum í Sumba tykjast sandoyingar vera slopnir undan niðurflytingini, og eftir tapið móti B36 í Gundadali mugu toftamenn staðfesta, at teirra leiklutur í ár verður ikki tann, sum teir høvdu vónað.