FISKASØLAN
Fiskasølan hevur almannakunngjørt sín roknskap fyri 2001, sum vísti eitt yvirskot eftir skatt áljóðandi 1,6 mió. kr.
Hans Johannes á Brúgv, forstjóri fyri Fiskasøluna, sigur, at í framtíðini ætla sær at leggja seg tættari at marknaðinum.
?Fiskasølan má koma tættari at marknaðinum, um vit skulu fylgja við tíðina og fáa størri vinning, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Fiskasølan hevur longu deildir í fleiri øðrum londum.
?Hetta er alt parturav ætlanini hjá okkum. Vit vilja vera so tætt at marknaðinum sum gjøligt, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Forstjórin heldur, at teir má koma eitt lið longur fram í røðini.
?Tað er oftani soleiðis, at vit kappast við okkara egnum veitarar, sum eisini selja ein part sjálvir. Vit mugu vera við á fiskamarknaðinum, har vit á jøvnum føti kappast við aðrar, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Tað er eisini ein ásannan av, at Fiskasølan eigur at tillaga seg, at forstjórin tosar um at koma eitt lið longur fram. Eitt nú Fiskavirking er farið at selja sín egnan fisk, og tað gera summi onnur virki eisini. Forstjórin vísur á, at teir hava nógv fleiri møguleikar at selja, og teir hava eitt størri tal av kundum enn onnur.
?Tað virkar fyri mær sum um, at fólk vilja hava sítt, og eingin skal koma inn á teirra øki, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Nógv tann størsti parturin av søluni hjá Fiskasøluni er til lond í Evropa. Tíggju prosent av søluni hjá Fiskavirking er eisini við útlendskum fiski.
Fiskasølan hevur sett pengar í fleiri fyritøkur, m.a. Dagsbrún, sum eigur stóran part av Føroya Fiskaídnaði, ið aftur eigur 75% av Havsbrún.
Forstjórin avvísir heldur ikki, at teir vilja fara at gera íløgur í fleiri fyritøkur, men enn er einki ítøkiligt. Stjórin roknar ikki við, at teir fara at keypa fiskavirkir.
Einskilja sjálvandi
?Fiskasølan er fyri privatisering, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann hevur áður úttalað seg um, at Fiskasølan er egnað at privatisera, men hann ásannar, at seinasta ársúrslitið ger útlitini eitt sindur verri.
?Vit virka í dag sum ein privat fyritøka, sigur forstjórin.
Formaðurin fyri framtaksgrunnin, Niels W. Poulsen, sigur, at málið hjá teimum er, at Fiskasølan skal vera privatisera, men hann vil ikki seta nakað áramál á hetta. Hann leggur aftur, at teir eftir summarfrítíðina fara at hyggja nærri at ætlanunum við at privatisera fyritøkurnar hjá Framtaksgrunninum.