Tættar finalur

Skjóting - Tað var lítil munur, tá Kaj Johannesen, compound, og Absalon Hansen, recurve, tryggjaðu sær føroyameistaraheitið um vikuskiftið

Kaj Johannesen vann final­una í compound á Albert Dam. Støðan var 115-114, og finalan kundi nærmast ikki verða meira spennandi, mettu tey flestu. Finalan um føroya­meistara­heit­ið í recurve gjørd­ist hinvegin upp aftur meira spennandi.
Absalon Hansen og Annika Vang hittust, og tað var neyðugt við umskjóting, tí støðan var 108-108. Absalon Hansen var omaná tá avtornaði og vann umskjótingina 10-9.
Føroyameistara­kappingar­nar vóru fyrrapartin í gjár í ítróttarhøllin á Eiði.