Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, luttekur í hesum døgum í stóru norsku súkklukappingini, Tour des Fjords, har hann og liðfelagarnir í ColoQuick-CULT súkklaðu fyrsta teinin í dag.
Torkil smæddist als ikki burtur á fyrsta teininum, og hann var ógvuliga tætt við at vinna. Torkil segði við in.fo í gjár, at hann fór eftir at koma í útbrot, og tað eydnaðist honum í dag.
Les eisini: Torkil kappast í Noregi
Nakrir súkklarar sluppu í útbrot longu tíðliga á teininum, og hóast teir allarflestu máttu geva upp og fara aftur í feltið, so sat Torkil við heilt til enda – heilt til at einans fýra súkklarar vóru eftir.
Torkil royndi at koyra frá hinum trimum, men tað eydnaðist ikki, og í spurtinum gjørdist hann aftastur av teimum fýra. Dries van Gestel frá Sport Vlaanderen – Baloise vann teinin.
Feltet.dk skrivar, at Torkil var ógvuliga tætt við at fáa støsrta sigurin á leiðini, og at nú man útlandið eisini hava fingið eyga á góða motorin hjá føroyska súkklaranum.
Hetta var ein framúr byrjan hjá Torkili og ColoQuick-CULT. Fýra teinar eru eftir at súkkla, og Torkil er nummar fýra í samlaðu kappingini, áleið hálvan minutt frammanfyri stóra feltið.
114 súkklarar eru við í kappingini. Í morgin verður súkklað frá Gulen til Norheimsund á einum teini, ið er 185,1 kilometrar. Teinurin sæst beinleiðis á TV2 Norge kl.14.30.