Tætt við at koppa Wales

U?17 dreingirnir skulu í kvøld spæla finalu um at halda fram í EM kappingini

 

EM U?17 LANDSLIÐ


Tað er lagt upp til finalu, tá Føroyar og Sveis í kvøld fara at spæla U?17 landsdyst í EM undankappingini, sum í hesi vikuni hevur verið í Sveis.

? Dysturin verður fríggjakvøld, og teir í sveisiska fótbóltssambandinum rokna við, at tað fara at koma millum tvey og trý túsund fólk. Tá Sveis og Wales spældu fyrsta dystin mánadagin vóru tað 1150 áskoðarar.

Tað er Jógvan Martin Olsen, sum er í telefonini úr Sveis. Hann er høvuðsungdómsvenjari hjá FSF, og saman við venjaranum og hjálparvenjaranum hjá hesum liðnum, Mathiasi Davidsen og Bill Jacobsen, og hinum í ferðalagnum var hann sjálvandi sera fegin eftir 1?1 dystin mikukvøldið.

? Vit eru greiðir yvir, at mótstøðan verður størri fríggjakvøldið. Ferðalagið úr Føroyum kom niður higar týsdagin. Mánakvøldið vann Sveis 3?0 á Wales. Bill Jacobsen fór ein dag undan okkum niður higar. Hann sá tann dystin, og hann sigur, at Sveis kundi havt vunnið uppaftur meiri. Men tað vóru veikleikar í verjupartinum hjá Sveis. Wales hevði tveir stórar møguleikar at fáa mál, áðrenn Sveis fekk fyrsta málið. Men eingin ivi er um, at tað verður strevið.


Rasmus er sum Becham

Tað var stórur fjáltur á føroysku dreingjunum í fyrra umfarinum mikukvøldið. Teir høvdu ilt við at fóta sær á eitt sindur óslætta og tunga vøllinum. Smáspælið, sum teir annars eru so kringir í, hekk ikki saman, og teir vóru undir trýsti frá walisunum. Men tað var ikki soleiðis, at Wales hevði nógvar upplagdar málmøguleikar. Føroyska verjan stóð seg væl, og walisiska liðið vísti ikki nakað hugflog. Teir royndu at oysa høgar bóltar fram til miðframherjan, sum var vandamikil. Í borðunum megnaðu teir ikki at bjóða av ein ímóti einum, og eitt tvey samanspælið var einki at rópa hurrá fyri hjá teimum.

Í 2. hálvleiki spældi føroyska liðið meiri frígjørt. Teir javnaðu, tá umfarið bara var tríggjar minuttir gamalt, og tað var vorðið sum mál í besta David Becham stíli hjá syni Ásmund Nolsøe, sum fyri einari fjórðingsøld síðani saman við tvíburðabeiggjanum Tróndi var við til at mynda hugflogsríka álopsspælið hjá TB:

? Miðverjin Rasmus Nolsøe sendi fríspark úr 35 metrum og upp í málhornið. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at hann skorar sovorðin mál á landsliðnum. Tá teir í august vóru í NM kappingini í Vejle, skoraði Rasmus tvær ferðir upp á fríspark úr stórari fjartsøðu. Í 2?2 javnleikinum ímóti Íslandi og sigursmálið í 2?1 dystinum ímóti Finnlandi, minnir Jógvan Martin Olsen á. Hann harmast um, at tað mikukvøldið ikki eydnaðist at fáa sigursmálið:

? Vit hava ofta tapt í síðstu løtu. Um vit vóru hepnir hesa ferð, so fingu vit sigursmálið í yvirtíðini. Jósup Henriksen sneiddi seg leysan av tveimum í vinstru og smekkaði flatt innfyri, og Bergur Midjord var akkurát ov seinur at stýra bóltinum í málið.


Fínur árgangur

Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast í kvøld ímóti Sveis, so boða úrslitini frá, at hetta liðið hevur staðið seg serliga væl.

? Mathias Davidsen hevur gjørt eitt stórt arbeiðið. Liðið er javnt gott. Góða samanhaldið bæði á og uttanfyri vøllin eru stórar styrkir, og dreingirnir hava sjálvsálitið, sum skal til fyri at spæla og ikki sparka fótbólt. Hóast kappingin í Føroyum er liðug fyri einum mánað síðani, so eru teir konditionelt sera væl fyri. Venjarin hevur havt teir saman í nógv vikuskifti, og tvey tey seinastu vikuskiftini hava teir spælt fýra venjingardystir ímóti U?19 landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Í føroysku leguni í Sveis harmast teir um, at besti spælarin í hesum árganginum ikki er við í Sveis. Tað er miðvallarin Ingi Højsted, sum er sáttmálabundin at Arsenal. Tá NM kappingin fyrstu vikuna av august var í Danmark varð hann skaddur. Nú er hann um at koma fyri seg aftur, men hann var ikki nóg væl fyri at fara úr Arsenal og til Sveis at hjálpa føroyska liðnum.

Liðið sá soleiðis út mikukvøldið: Gunnar Nielsen, HB ? Jústinus R. Hansen, NSÍ, Rasmus Nolsøe, TB, Eli Thorsteinsson, HB, Jónas Þór Næs, B36 ? Bárður H. Joensen, HB (Bergur Midjord, B36, 65.), Símun Samuelsen, VB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Magnus Skoralíð, GÍ (Hanus Thorleifsson, Skáli, 60.) ? Jóhan Petur Olsen, B68 (Jósup Henriksen, KÍ, 74.), Rókur Jespersen, liðformaður, HB

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn sótu Páll M. Joensen, HB, Búgvi Øster, EB/Streymur, Allan Kjærbo, VB og Poul N. Poulsen, VB. Pætur Clementsen er liðleiðari, og Anna Jónsson er fysioterapeutur.