Í kvøld kl 18:30 var dystur, í Meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, spældur í høllini á Giljanesi.
Liðini, ið møttust vóru Dráttur og KÍF. Úrslitið gjørdist til ein 3-2 sigur til vágakvinnur, og settini býttust fylgjandi 25-16, 20-25, 25-14, 24-26, og seinasta, og avgerandi settið vann Dráttur 18-16
Sostatt eru kvinnurnar úr Kollafirði ikki ósigraðar longur. Hetta eru samstundis fyrstu trí settini, tær hava tapt í ár.










