Superliga
Tað er rættuliga tætt í toppinum í donsku superliguni. Lyngby og FCM høvdu bæði møguleikan at leggja seg á odda í bestu donsku deildini, tá tey mánakvøldið hittust í Lyngby. Tað eydnaðist hvørgum teirra at koppa Brøndby av tindinum, tí dysturin endaði við javnleiki 1?1.
Veðrið var so vánaligt, sum tað sjáldan er í danska høvuðsstaðnum. Tað oysregnaði, og tað var nógvur vindur eftir vøllinum. Heimaliðið spældi undan vindinum í fyrra umfarinum. Teir komu á odda beinanvegin eftir skjótt mótálop. Andreas Havlykke skoraði.
Eftir steðgin høvdu gestirnir vindin undan, teir fingu skjótt eitt mál, sum Jens Jessen skoraði, og so tóktust báðir partar at vera nøgdir.
Brøndby er á odda við 26 stigum, og FCM er á øðrum plássi eisini við 26 stigum. Á næstu plássunum koma FCK, Silkeborg og Lyngby, sum øll hava 25 stig.
Fimtanda umfarið er á skránni fríggjadagin, sunnudagin og mánadagin. Fríggjakvøldið fáa Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge vitjan av Lyngby. Dysturin verður fríggjakvøldið, tí Jákup og teir í komandi viku skulu spæla í UEFA Cup. Sunnudagin skulu Todi Jónsson og FCK spæla í Viborg, og felagið hjá Óla Johannesen, AGF, skal spæla á útivølli ímóti FCM. Tann dysturin verður í Ikast. AB og AaB skulu spæla í Gladsaxe, og Brøndby fær vitjan av botnliðnum Haderslev.
Síðsti dysturin í næsta umfarinum verður mánakvøldið. Tá skulu Johan B. Hansen og hinir í OB vitja í Silkeborg. Undan vetrarsteðginum eru fýra umfør í superliguni á skránni. Síðstu dystirnir verða spældir sunnudagin 26. november.









