Vónin
- Eg má siga, at eg hevði ikki væntað, at vit fóru at fáa henda heiður í ár, serliga tá havt verður í huga, at nógvar aðrar fyritøkur eru sterkar og hava gott úrslit at vísa á.
Tað segði Hjalmar Petersen, sum framvegis er og var stjóri á Vónini saman við John Poulsen, tá virkið í 2002 varð kosið at vera Ársins Virki.
Stjórin tók í fyrsta lagi ímóti heiðirinum, sum eitt herðaklapp til fyritøkuna og starvsfólkini, sum arbeiða hjá felagnum.
- Starvsfólkini eru okkara størsta aktiv. Vit eru í eini vinnu, har neyðugt er við stórum fleksibiliteti, eitt nú tí, at skip koma inn við skrøddum troli ella nót og skulu hava umvælingarnar gjørdar so skjótt sum gjørligt – ella at nýggjar bíleggingar skulu avgreiðast beinanvegin. Hetta merkir ofta nógv yvirarbeiði og skeivar arbeiðstíðir, og her hava vit verið sera hepnir við okkara starvsfólki, sum hava verið lagalig móti virkinum, segði stjórin.
Virksemið hjá P/F Vónini byrjaði í 1969, tá felagið keypti ein trolara av sama navni. Tvey ár seinni - í 1971 - fóru teir undir at umvæla og framleiða trol, og seks ár seinni bygdi Vónin sín fyrsta virkisbygning í Fuglafirði. Síðan er virksemið hjá fyritøkuni vaksið nógv.
Hjalmar Petersen segði, at kappingin er so hørð, at Vónin noyðist at økja sítt virksemi fyri at standa seg.
- Skulu vit standa okkum í kappingini, noyðast vit at kunna veita tað, sum skipini vilja hava, til eina og hvørja tíð. Tí noyðast vit at hava nógv tilfar á goymslu, sum bindir nógvan pening.
Stjórin vísti á, at ein av fyrimununum hjá Vónin er góða og tætta sambandið, sum fyritøkan altíð hevur havt við fiskiflotan.
- Tætta sambandið og samspælið merkir, at fyritøkan fær nógvar afturmeldingar frá skipunum um trolini, hvat virkar væl, hvat virkar minni væl, og hvat møguliga kann broytast. Á henda hátt hava vit í meira enn 30 ár roynt at ment og tillagað okkara framleiðslu, so hon er í tráð við tað, sum skipini vilja hava, segði Hjalmar Petersen.
Árið fyri, at Vónin varð kosið at vera Ársins Virki í 2002, hevði felagið eitt avlop á 11,2 miljónir krónur fyri skatt.










