Bara tvey stig skilur nummar eitt frá nummar sjey í La Liga, nú øll liðini hava spælt seks dystir. Barcelona vann tepurt á útivølli, meðan Gonzalo Higuaín skoraði hattrick fyri Real Madrid um vikuskiftið.
Barcelona er oddalið í Spania eftir at teir í gjár vunnu ein tepran 1-0 sigur á útivølli móti Sporting Gijon. Einsamalla málið skoraði Adriano tíðliga í fyrra hálvleiki eftir at Xavi hevði roynt seg við skoti. Barcelona liggur fremst við 14 stigum.
Eisini Real Madrid vann í gjár, tá teir vóru í Barcelona og vitjaðu Espanyol. Gonzalo Higuaín skoraði hattrick í 4-0 sigrinum. Real Madrid hevur eitt stig færri enn Barcelona.
Levante liggur nakað óvæntað á øðrum pláss við eins nógvum stigum og Barcelona. Teir vunnu 1-0 á útivølli móti Real Bestis, sum somueliðis er komið væl frá byrjan. Teir liggja á sjeynda plássi, bara tvey stig frá oddaplássinum.
Eisini Valencia og Malaga eru at finna í oddinum. Valencia vann 1-0 á Granada, meðan Malaga í evstu løtu vann 3-2 á Getafe. Malaga er yvirtikið av ríkmanni í miðeystri og millum málskorarnar leygardagin vóru Ruud van Nistelrooy og Julio Baptista.