22. umfar av Premier League varð spælt um vikuskiftið, og ikki sørt av óvæntaðum úrslitum stóðust burturúr. Millum annað kom Newcastle við einum ússaligum høkjuliði til Old Trafford, har teir snøgt sagt blivu sorlaðir sundur og saman av Manchester United. 6-0 í einum dysti, har man ikki skuldi trúð at liðini bæði vóru úr somu deild.
Aðrastaðni heldur, ungi maðurin í venjarahøpi, Roy Keane fram við at koma við góðum úrslitum, Hesaferð vóru tað Portsmouth, ið fingu toyggið. Annars er vert at nevna, at Chelsea fingu aftur fult, og Arsenal snávaðu í oddastríðnum.
Synd í Newcastle
Manchester United eru í einum sera góðum stima júst nú, og eftir hetta vikuskiftið munnu teir ikki hava minni vónir um at endurvinna meistaraheitið. Men skuldi tað hent seg at teir møta mótstøðu - nakað, man ikki kann siga at Newcastle leveraðu, so kanska teir eisini snáva, eins og Arsenal gjørdu tað, móti Birmingham, ella Liverpool gjørdu tað móti Middlesbrough.
Newcastle vóru gamaní uttan venjaran, Sam Allardyce, ið teir júst hava givið sekkin. Big Sam, ið kom frá Bolton, fyri knapt átta mánaðum síðani, fekk ongantíð veruliga møguleikan. Hann arvaði eitt lið í nærum totalari upploysn, og royndi at byggja tað uppaftur, men tolið á leiðsluni í Newcastle var ikki nóg gott, og tá góðu úrslitini ikki komu, so fekk hann sekkin.
Koyrir væl hjá Chelsea
Chelsea hava verið í sera góðum stima síðan teir taptu 1-0 móti Arsenal. Fimm teir seinastu dystirnar hava teir vunnið fýra og spælt ein javnleik. Sjálvt um teir skoraðu fýra mál í dystinum fingu teir bert javnleikin, tí Aston Villa skoraði tá eisini fýra. Hesaferð vóru tað grannarnir og arvafíggindar teirra úr Tottenham, ið vóru á vitjan. Dysturin endaði við 2-0 sigri, og Avram Grant gav debut-dyst til Nicolas Anelka, hóast hann eftir dystin segði, at hetta ikki var nakað, hann hevði ætlað sær.
-Vit eru so illa raktir av skaðum fyri tíðina, og tá so samstundis African Cup Of Nations er, ja so er eyðsæð, at vit hava ein tynri hóp. Tá vit so eisini missa Pizarro við skaða, ja so var onki annað val, segði Chelsea venjarin við BBC-5-LIVE.
Arsenal snávaðu
- Arsenal hava í dag spælt sín vánaligasta dyst í hesum kappingarárinum, og hetta fara vit at læra av, sigur Arsene Wenger, tá hann eftir dystin skuldi lýsa hann fyri fjølmiðlunum.
Arsenal fingu bert 1-1 javnleik á heimavølli móti Birmingham, eftir at hópur teirra var skerdur á týdningarmiklum plássum. Tomasz Rosicky, Robin Van Persie, Kolo Touré, Eboue, og aðrir. Allir hesir vóru ikki við, og hetta eru leikarar, ið allir høvdu verið í byrjunaruppstillingini, høvdu teir verið tøkir.
Úrslit, Premier League
Arsenal-Birmingham 1-1
Aston Villa-Reading 3-1
Chelsea-Tottenham 2-0
Derby-Wigan 0-1
Everton-Man. City 1-0
Middlesbrough-Liverpool 1-1
West Ham-Fulham 2-1
Man. Utd.-Newcastle 6-0
Sunderland-Portsmouth 2-0
Bolton-Blackburn 1-2