Tá útlendingar eru við línuskipum

Í tvey ára sáttmálanum, sum Felagið Línuskip og manningarfeløgini hava gjørt, er eisini ásett, at ein arbeiðsbólkur skal setast at viðgera sáttmálan og arbeiða við einum sáttmála, tá útlendingar eru við føroyskum línuskipum.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, váttar, at arbeiðsbólkur skal setast, sum umboðar bæði reiðarar og fiskimenn.

Hann sigur, at hetta er eitt ynski hjá reiðarunum, men feløgini hava ikki bundið seg til nakað sum helst í hesum sambandi.

- Nakrir póllendingar hava eitt nú verið við línuskipinum Vesturhavinum í nøkur ár. Hesir hava siglt eftir føroyskum sáttmála, og hetta hevur riggað væl.

Jan Højgaard sigur, at enn er arbeiðsbólkurin ikki settur, og hann væntar ikki, at arbeiðið hjá bólkinum verður liðugt fyrr enn einaferð til heystar.

- Nú ætla vit fyrst at síggja, um nakað skilagott kann spyrjast burtur úr hesum arbeiði, men tað er okkara ynski, at útlendingar framhaldandi koma at sigla eftir føroyskum sáttmála. Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum verður at hyggja realistiskt upp á hesi viðurskifti.

Hann vísir á, at tankin aftan fyri hetta er, at línukip møguliga kunnu hava ein ella tveir útlendingar umborð - eftir føstum og avtalaðum reglum.

- Eg haldi, at so leingi, sum veiðan undir Føroyum ikki er betri, enn hon er, hava vit einki at bjóða øðrum, men nú fáa vit at síggja, hvat spyrst burtur úr hesum, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Myndin er av línuskipinum Vesturhavinum, sum Háldan Haldansen í Vestmanna eigur.