Bjarni Djurholm
???????????????
Tjóðveldið hevur avdúkað seg sjálvt. Flokkurin hevur ongan týdning í politisku telvingini og eingin saknar hann.
Farna árið hava greiðar ábendingar verið um, at vit eru ávegis lakari tíðum, har búskapargongdin við sól og undanvindi síðani seinnu helvt av nítiárunum fór at venda og væntast kundi, at nú fór at lota ímóti. At neyðugt varð at leggja á annan bógv, at reka varnari fíggjarpolitikk.
Hetta visti tjóðveldið fullvæl. Umsat fíggjarmál, so eingin man ivast í, at flokkurin visti hvønn veg tað bar.
Trupulleikin fyri tjóðveldið var bara, at nú var ikki stuttligt at vera við meira. Trúttanin um, at teir vóru upprunin til framgongd og bjartskygni fór at verða avdúkað sum reyp, so nú var annað til ráða at taka.
Øsingin
Tí var skilagott at vera við í enn eini øsing, har flokkurin skuldi umboða tað rætta og óspilta, um-boða framtíðina, meðan hini framhaldandi vóru sett at umboða ábyrgdarloysi og fortíðina.
Tí var bókin til jóla, har tjóðveldismenn áttu sín leiklut, júst høvið at smoyggja sær úr samgonguni, at seta løgmanni og Fólkaflokkinum krøv, sum tjóðveldið visti ikki kundu vera gingin á møti. Pallurin varð settur upp, ivin var miðilin - hurlivasin endamálið. Tjóðveldið fekk durafjórðingin, men hetta var júst ætlanin. Teir tordu ikki meira.
Reyp
Síðani hava teir sum vant áhaldandi ákært øll hini at vera ábyrgdarleys. Ganga og fetta sær á, bringubrattir eins og smádreingir, sum við sveittabroti spæla roysnismenn í burturbeindum bátum í onkrari sandrúgvu, har eingin vandi er á ferð, har alt er reyp, róp og ber tjóðskapan.
Í veruleikanum minnir tjóðveldið mest um teir, sum altíð eru klárir til veitslu, bara onnur fyrireika hana. Sjálvir standa teir so í durinum og ynskja øllum vælkomnum, eru í veitslu- og reypingarhýri, ynskja so øllum góða nátt á trappusteininum, men sníkja sær so burtur, tá ruddast skal av borðunum og uppvaskið er fyri stavn.
Vend í
Tað er lætt at verja borg, tá eingin søkir. Soleiðis hevur verið farnu tvey valskeiðini. Løturnar hava verið sera lagaligar. Búskaparliga hevur framgongdin verið søgulig, góður fiskiskapur, góðir og støðugir avreiðingarprísir, lækkandi rentustøði, rímiligur orkuprísir, alingin í stórvøkstri. Ja, snøkt sagt eitt viðrák av teimum fáu. Tí hevur tað verið lagaligt at reka fíggjarpolitikk. Tað hevur verið lagaligt at sita við ábyrgd. Til fyri ári síðani, tá alsamt greiðari ábendingar vóru um, at nú fór vend at koma í, at vit fóru at nærkast normalum viðurskiftum.
Ongan týdning
Hetta átti ikki at komið óvart á. Men fyri tjóðveldið var hetta so nóg mikið. Nú ráddi um at sleppa sær burtur. At koma sær í andstøðu og haðani at skýra øll hini fyri ódugnaskap, samstundis sum flokkurin um dagarnar varp eitt neyðaregg av fíggjarlógaruppskoti, sum einki kjølfesti hevur í veruleikanum, og sum í stóran mun er óveruligt og lítið annað enn reyp. Her avdúkar flokkurin seg sjálvan. Hann avdúkar, at hann ongan týdning hevur í politisku telvingini. At hann bara situr í andstøðu, og at eingin saknar hann.
Tað er ólíka lættari á landsfundi í Klaksvík, saman við íslendsku kommunistunum Vinstri-Greinir, at geva fólkaflokkinum skuldina fyri egna ómegd, heldur enn at taka í egna barm. Forrestin sendi Vinstri-Greinir og Torbjørn Jacobsen, vegna tjóðveldið, samhugafjarrit til Yasser Arafat farna heyst. Ólíka avdúking.