Tøting hitar heimin

P/F Tøting í Gøtu hevur nú í nøkur ár framleitt troyggjur úr føroyskari ull. Hesar troyggjur ver a ikki bert seldar í Føroyum, men eisini úti í heimi. Ja, Tøting ætlar sær m.a. at selja troyggjur heilt til Japans

John Johannessen


Nú tá ið jólini nærkast, so er nógv at gera hjá P/F Tøting í Gøtu. Um jóltíðir verður nógv keypt av føroyskum troyggjum til at geva í jólagávu.

Vit hava tosað við Ólav Gregersen, ið er stjóri á Tøtingarvirkinum, um hvussu tað gongst virkinum.


Tvey tíðarskeið

? Tað eru tvær tíðarskeið í árinum, har vit hava nógv at gera. Hesi tíðarskeiðini eru summarið og so jólini. Tó hava vit meira at gera til summarið, enn vit hava til jóla, sigur Ólavur Gregersen.

? Hvussu nógvar troyggjur selja tit so samanlagt?

? Vit selja einar 10.000 troyggjur um árið. Uppundir jól selja vit umleið 3.000 troyggjur, og ein stórur partur av hinum 7.000 verður seldur um summarið.


Útlendskir marknaðir

Umframt at selja troyggjur í Føroyum, so selir P/F Tøting eisini troyggjur uttanlands. T.d. verður nógv gjørt við at selja troyggjur til Sveits.

? Í Sveits fáa vit góðan prís fyri troyggjurnar. Tey, ið keypa tær, eru vælhavadi fólk, og vilja hesi geva ein góðan prís fyri eina góða troyggju. Harafturat, so er mvg?ið har sera lágt. Tað liggur um eini 5 prosent. So har fer ikki so stórur partur av søluprísinum til tað almenna.

? Vit royna eisini at koma inn á marknaðir aðrastaðni í heiminum. Vit kanna t.d. møguleikan fyri at koma á japanska marknaðin. Annars, so verður nógv selt í norðanlondum, serliga Svøríki í og í Danmark.

? Hvussu koma tit inn á marknaðirnar í útlondum?

? Í Sveits hevur ein genta, ið plagar at arbeiða hjá okkum um sumrarnar, men sum hevur verið í Sveits um vetrarnar, tikið sær av at finna sambond. Annars, so fara vit sjálvir til handlarnar ella nýta vit umboðsmenn.

? Japan er kanska eisini ein spennandi marknaður, ið vit ætla at royna okkum á. Japanar hava stóran áhuga fyri hetlendskum troyggjum. Hesar keypa teir nógvar av, so vit vóna at teir eisini fara at keypa okkara.


Eyka fólk

Spurdur um tað er neyðugt at fáa fatur í eyka arbeiðsfólki til jólar, svarar Ólavur Gregersen, at vanliga arbeiða eini 9 fólk á virkinum, meðan tað uppundir jól og um summarið arbeiða 12-14 f ólk á virkinum.

Ólavur Gregersen sigur eisini at úrslitið hjá P/F Tøting í ár sær út til at vera fragari enn í fjør. Hann heldur framtíðarútlitini vera bjørt.


Føroyingar einslittir

? Er nakar munur á troyggjunum, ið tit selja til útlendingar og teimum, ið tit selja til føroyingar?

? Jú, munur er á. Føroyingar keypa nógvar myrkamorreyðar knappatroyggjur, og annars keypa teir mynstrutar troyggjur, ið ikki eru ov litfagrar. Føroyingum dámar betri tey føroysku mynstrini enn tey norsku. Í Sveits t.d. verður nógv keypt av troyggjum við norskum mynstrum og føgrum litum. So munur er á, hvat ið keypt verður.

? Nakað, sum er vorðið sera vælumtókt, er tað nýggja kotið, ið vit eru farnir at selja. Hesum er stórur áhugi fyri, bæði millum føroyingar og útlendingar, sigur Ólavur Gregersen at enda.