Tíð til seming

So lítið skilir partarnar nú, at semingsmaðurin átti at gjørt enn eina roynd at fingið partarnar til semingsborðið. Tað heldur Jákup í Gerðinum, sum er ein tann mest royndi semingsmaðurin í Føroyum. Partarnir eiga at sita saman, til ein loysn er funnin. Um neyðugt í dagavís

? Hevði tað verið í mínari tíð, so hevði eg kallað partarnar saman alt fyri eitt.
Soleiðis sigur ein tann mest garvaði semingsmaðurin Jákup í Gerðinum um støðuna á privata arbeiðsmarknaðinum. Persónliga dámar honum lítið, at løgtingið skal avgera stríðið, og tað er heldur ikki ætlanin hjá løgmanni, sum støðan er.
Verkfallið er skorið niður til at snúgva seg um eina krónu. Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum boygdu seg týsdagin heilt niður á eina lønarhækking á fýra krónur um árið, pluss eitt hálvt prosent omaná lønina í eftirløn. Arbeiðsgevararnir vildu ikki fara um tað markið, teir høvdu sett, sum var fýra krónur omaná tímalønina um árið við eftirløn.
Altso eru tað 50 oyru um árið, sum skilja partarnar. Ella ein króna yvir tvey ár.
? Tað var ikki hildið at vera nógv í mínari tíð, men partarnir hava eftir øllum at døma sett eitt mark, sum er torført at koma forbí. Eg haldi, at eg hevði kannað, um tað var so stutt millum partarnar, sum tað ljóðar, og so hevði eg gjørt eina roynd, sigur Jákup í Gerðinum.

Skulu sita saman
Tað var týsdagin, at Føroya arbeiðsgevarafelag bjóðaði teimum fimm arbeiðarafeløgunum til fundar við einum tilboði. Teir vildu samráðast, um semja kundi fáast á einum grundarlagi, sum lá millum 3,70 krónur, ið varð seinasta semingsuppskotið, og 4 krónur. Arbeiðarafeløgini møttu, men vildu ikki koma niður um tær fýra krónurnar, pluss eftirløn. Longu eftir tveimum tímum strandaðu samráðingarnar.
Tað er alt ov tíðliga, heldur Jákup í Gerðinum.
? Tað hevur týdning at vera saman, so partarnir kunnu mýkja hvønn annan. Tað skal ikki bera pørtunum til alla tíðina at fara hvørt til sítt, tí so fáa teir nýggjar kreftir og fara aftur til útgangsstøðið, og so er líka vítt sum sýtt. Tað er uppgávan hjá semingsmonnunum at halda partarnar til, so framhald og kontinuitetur alla tíð er í samráðingunum, og tað hevur ikki verið óvanligt at sitið í fleiri samdøgur út í eitt, sigur Jákup í Gerðinum, sum heldur sína rekord vera 100 tímar í eitt koyr.

Persónligt stríð
Verkfallið er sloppið at ganga alt ov leingi, heldur garvaði semingsmaðurin. Tað hevur gjørt, at tað stendur sum í berginum. Langa verkfallið, sum fer inn í fimtu vikuna, hevur gjørt tað verri, at koma burturúr naggatódnini, tí stríðið er vorðið persónligt millum samráðingarfólkini.
? Tónin hevur verið syndarligur, og tað tykist at vera heilt galið við kemiini millum fólk. Tað hevur stóran týdning undir slíkum samráðingum, at partarnir kunnu tosa saman, hóast teir eru ósamdir og hava hvør sítt mál. Tað er eisini uppgávan hjá semingsmonnum at ganga ímillum, sigur Jákup í Gerðinum.
Kanska var tað byrjanini, tað var galið við, heldur hann. Eitt nú legði semingsmaðurin út við, at hann ætlaði at steingja fólkini inni sjálvan 1. mai, altjóða arbeiðaradagin.
Seinni hava fakfeløgini verið harðlig við serliga Suna Szhwartz Jacobsen, semingsmann, og hava kært hann fyri vinnumálaráðið. Hóast tónin onkuntíð var harður, heldur Jákup í Gerðinum seg ongantíð hava verið úti fyri slíkum.
Hóast klandur og agg heldur hann tíðina verið komna, at semingsmenninir gera enn eina roynd. Tí, sum hann sigur, eitt 50 oyra er onki at streyka fyri.