Tá tørvurin á spenningi tekur yvir

- Summi klára ikki at steðga spælinum, hóast familjulív og fíggjarstøða eru í vanda. Tað er tá, talan er um spæliørsku, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

Lógvarnir verða sveittutir, pulsurin hækkar, og adrenalinið súsar í kroppinum. Tú ivast ikki í, at hesaferð verður tað. Hesaferð vinnur tú.

Pengaspøl so sum poker og tipping eru als ikki óvanlig, og fleiri føroyingar brúka nógva tíð upp á at royna eydnuna í onkrum av hesum spølunum. Spøl sum kunnu geva stórar peningaupphæddir, um tú ert so heppin at vinna. Fyri tey flestu, ið fáast við hesi spølini, er talan um eitt undirhaldandi og stuttligt ítriv, men fyri summi gerst hugurin at spæla pengaspøl so mikið stórur, at talan er um spæliørsku, eisini kallað ludomani.

- Ludomani kann samanlíknast við flest onnur sløg av misnýtslu. Ístaðin fyri eitt nú alkohol ella rúsevni hava ludomanar tørv á tí spenninginum, sum teir upplivað, tá teir spæla, sigur Eyðun Joensen. Hann er fyrrverandi kliniskur sálarfrøðingur við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og hevur meira enn tredivu ára royndir innan sálarfrøðina.


Hava tørv á spæli

Ein av orsøkunum til at menniskju yvirhøvur tíma at fáast við ymisk spøl er, at vit frá náttúrinnar síðu hava hug at spæla.

- Øll menniskju hava nakrar grundleggjandi tøvir, og harímillum er spæl ein tørvur. Sum fyribrigdi er eydnuspæl um stóran og skjótan vinning sera gamalt, tí longu í gamla Rom var neyðugt hjá myndugleikunum beinleiðis at bannað spæli, tí spøl fingu vald á menniskjunum har, greiðir Eyðun Joensen frá. Tað er ofta spenningurin, ið spæl hevur við sær, sum ger, at fólk yvirhøvur tíma at spæla poker ella brúka tíð upp á at fara oman í kioskina við einum veddingarseðli.

- Teimum flestu dámar væl spenningin, sum jú er ein týdningarmikil partur av teimum ymsu pengaspølunum. Eins og við spæli, so er spenningur eisini ein grundleggjandi tørvur, sum kann nøktast við til dømis einum spæli av poker, sigur Eyðun Joensen, sum leggur dent á, at hjá teimum flestu eru pengaspølini bert eitt ítriv og tekur ikki yvirhond.

- Tað er hvør sítt at tíma at spæla pengaspøl og so at gerast bundin at tí. Vanlig fólk spæla hesi spølini væl vitandi um, at tey ikki vinna hvørjaferð, men tá tað endiliga sigur bingo, so tíma tey at spæla aftur, og tað er tað, sum drívur verkið hjá teimum flestu. Hjá einum ludomani hinvegin verður persónurin bundin at spenninginum, sum liggur í óvissuni “vinni eg ella tapi eg”. Hugurin at spæla verður so stórur, at alt annað verður skúgvað til viks.


Sakna spenning

Sambært Eyðun Joensen kann tað hugsast, at tey fólkini, ið gerast bundin at pengaspølum, sakna ein ávísan spenning í gerandisdegnum.

- Øll hava vit brúk fyri einum ávísum spenningi ella avbjóðingum, men vanliga fáa vit tað gjøgnum tann natúrliga mátan. Tað kann tað hugsast, at ludomanar onkursvegna sakna spenning í lívinum, tí tað er sjálvdan, at fólk, sum hava eitt ríkt og virkið lív hungra eftir spæli, greiðir Eyðun Joensen frá. Hann heldur tó ikki, at til ber at tosa um eina ávísa persónstýpu, tá talan er um ludomanar.

- Hví summi og tíbetur lutfalsliga fá fólk enda so langt úti í spæliøði, at tey spæla sær alt av hondum, er ógvuliga trupult at siga, men helst hevur ludomani okkurt at gera við ymisk persóneikabrek í viðbót, tað vil siga sonevndar dupultdiagnosur, sigur Eyðun Joensen. Og júst hetta fær ludomani at líkjast nógv aðrari misnýtslu.

- Hjá einum ludomani tekur spæliørskan so mikið nógv yvir, at alt annað ómetaliga virðismikið í lívinum verður misrøkt. Í so máta minnir sjúklig spælitrongd og spæliøði nógv um onnur sløg av misnýtslu. Vit vita jú um fólk, sum gerast bundin í ólukkumát, soleiðis at til dømis fløskan ella rúsevnið fær alt valdið á persóninum, sigur Eyðun Joensen.


Lygnir eyðkenna ludomani

Tað sum eyðkennir tey fólkini, ið gerast bundin at spæli, er, at realitetssansurin hjá teimum hvørvur.

- Typiskt fyri alla ørsku líka frá forelskilsi til spæliørsku er, at viðkomandi persónur missir samband við realitetin. Spæli og spenningurin verður tað einasta, sum melur í høvdinum, og alt annað verður skúgva til viks, greiðir Eyðun Joensen frá. Umframt at missa sambandið við veruleikan er tað eisini sermerkt fyri ludomanar, at lygnirnar byrja at spæla ein alsamt størri leiklut í gerandisdegnum.

- Hesi fólkini vita fullvæl, hvat er rætt og skeivt, og fyri at dylja yvir spæliørskuni kenna tey seg noyddan at lúgva. Hvussu skulu tey annars forklára, at fíggjarstøðan verður vánaligari og vánaligari, familjan verður forsømd, og tey ikki geva sær far um onnur týdningarmikil ting, sigur Eyðun Joensen og heldur fram:

- Fyri ein ludoman upptekur spælið persónin í so stóran mun, at viðkomandi forsømir tey nærmastu, tað sosiala lívið og tilveruna annars. Persónurin setur hús og heim upp á spæl, og er ofta noyddur at læna pengar fyri at kunna halda fram við spælinum. Tað kann lættliga gerast ein katastrofa, tá spælihugurin tekur yvir.



Eins og onnur misnýtsla

Spæliørska hevur leingi verið eitt álvarsamt fyribrigdi, og í 90-árunum bleiv spæliørska skrásett sum beinleiðis sálarligt frávik, brek ella sjúka, og dag er ludomani viðurkent sum diagnosa í almennu alheimssjúkuskrásetingini. Viðgerðarmøguleikarnir eru í stóran mun teir somu, sum verða nýttir í samband við aðra misnýtslu

- Fyrst og fremst er neyðugt, at ludomanurin sjálvur viðgongur, at hann hevur ein trupulleika. Fært tú ikki hugsavnað teg um annað enn spælið, situr uppi alla náttina, og kanska sjálvur gerst varugur við trupulleikan, er umráðandi, at tú leitar tær hjálp. Í fleiri førum er tað ofta familjan, sum talar at og fær viðkomandi í viðgerð, sigur Eyðun Joensen. Útlitini fyri at koma burtur úr spæliørskuni eru hjá teimum flestu rættiliga góð. Hagtøl úr Danmark vísa, at umleið 75 prosent av teimum, sum fara í viðgerð, verða frísk.

- Tey hagtølini eru frægari enn tey, vit hava fyri aðra misnýtslu í Føroyum, sigur Eyðun Joensen og heldur fram:

- Um ein ludomanur fer í viðgerð, er tað av alstórum týdningi, at familja, arbeiðspláss og onnur, sum dagliga eru saman við viðkomandi, vísa sín stuðul, soleiðis at persónurin ikki kemur út aftur í misnýtsluna, sigur Eyðun Joensen.